Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EuroBonus víðkað og Súlan í søguna

Atlantic Airways fer frá 1. apríl í ár at bjóða teimum ferðandi eina víðkaða EuroBonus-skipan, samstundis sum Súluskipanin so líðandi verður sett úr gildi. Súlu-ferðaseðlar kunnu brúkast til og við 31. mars 2016 

Atlantic Airways styrkir frá 1. apríl í ár samstarvið við EuroBonus, samstundis sum Súluskipanin so líðandi fer í søguna. Við øðrum orðum fer Atlantic Airways frá tveimum til eina bonusskipan, eins og longu var boðað frá, tá nýggja kósin var almannakunngjørd síðsta summar. Ferðandi fáa Súlu-stempul til og við 31. mars í ár, og Súlu-ferðir skulu brúkast í seinasta lagi 31. mars 2016. 

Atlantic Airways velur tættari samstarv við SAS EuroBonus, tí tað er ein umfatandi bonusskipan, ið kundarnir kunnu fáa fyrimunir av t.d. við bonusferðum, tá teir ferðast við Atlantic Airways, ella tá teir ferðast víðari við SAS og Star Alliance feløgum. 

Meira EuroBonus
Higartil hava ferðandi við Atlantic Airways havt møguleikan at spart saman sokallað ”Extra-stig” at brúka til flogferðir, gistingarhús ella annað í EuroBonus-skipanin. Nú verður skipanin víðkað á tann hátt, at ferðandi við Atlantic Airways í staðin kunnu spara saman ”Basis-stig” og harvið fáa ein alsamt sterkari limaskap í EuroBonus, alt eftir slagi av ferðaseðli og hvussu nógv tey flúgva. Treytað av, hvussu nógv stig verða spard saman, økist limaskapurin til Silvur-, Gull-, ella Diamant-limaskap.

Frá 1. apríl verður eisini møguligt at bóka bonusferðir sum einvegis ferðaseðlar við Atlantic Airways. Áður var tað eitt krav, at nóg mikið av stigum skuldu verða spard saman til ein tvívegis ferðaseðil. Ein annar bati er, at einaferð í vár fáa EuroBonus-limir beinleiðis atgongd at bóka bonusferðir við Atlantic Airways á heimasíðunum hjá SAS.

Ferðandi við Atlantic Airways, sum hava Gullkort frá EuroBonus, kunnu eisini frá 1. apríl í ár brúka sokallaða ”CPH Express Fast Track”, sum er ein skjótur vegur ígjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Keypmannahavn. 

Súlur í eitt ár
31. mars í ár er seinasti dagur, kundar kunnu fáa Súlu-stempul, men møguleikin at ferðast við Súlu-ferðaseðli heldur kortini á til og við 31. mars 2016. Súlu-ferðaseðlar kunnu bókast til og við 31. januar 2016.

-Vit royna at hava eitt so lagaligt skiftistíðarskeið, sum gjørligt, eftir at kundarnir í nógv ár hava verið vanir við Súlu-skipanina, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways.

Hann vísir á, at kundarnir kunnu brúka øll Súlu-stemplini sum lutvíst gjald at keypa Súlu-ferðaseðlar, áðrenn skipanin fer endaliga úr gildi. Við 1-3 stempul í kortinum fæst ein Súlu-ferðaseðil fyri 900 krónur, 4-6 stempul geva ein Súlu-ferðaseðil fyri 600 krónur, og við 7-9 stemplum kostar ein Súlu-ferðaseðil 300 krónur. Avgjøld eru ikki íroknað prísirnar.

Atlantic Airways hevur eisini valt at lata skipanina fara so líðandi úr gildi eftir einum heilum ári, hóast skipanin sambært reglunum kann setast úr gildi eftir trimum mánaðum. Á www.atlantic.fo er meira at finna um broytingarnar í Súluskipanini og EuroBonus – herundir minni tillagingar í stigaskipanini.