EVA & VIKTORIA ÁRSINS TALENT
Dómararnir kláraðu ikki at semjast um ein vinnara - so teir valdu tveir!
Tað var borgarstjórin Heðin Mortensen, sum avdúkaði vinnararnar av finaluni í ársins taltentkapping í Margarinfabrikkini í kvøld. Kappingin byrjaði í gjár og finalan var í fabrikkini í dag.
Dómararnir kundu ikki semjast um at velja ein vinnara, so teir valdu tveir. Vinnararnir gjørdust Eva Justinussen, 12 ár og úr Havn, og Viktoria á Lakjuni, 11 ár og úr Klaksvík.
Bæði Eva og Viktoria verða saman við hinum finalistunum at hoyra á komandi Barnafestivalinum.