Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ewa Björling til Føroya

Seinnapartin í dag kemur Ewa Björling, svenskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum, til Føroya á eina trý-daga vitjan.

Tað er Annika Olsen, sum eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri, ið hevur bjóðað norðurlendska starvsfelaga sínari henda vegin.

Ewa Björling og Annika Olsen fara at umrøða felags avbjóðingar í norðurlendska samstarvinum.

Ewa Björling er eisini svenskur handilsmálaráðharri. Við sær til Føroya hevur hon eina sendinevnd frá Business Sweden við, sum fær høvi at hitta partar av føroyska vinnulívinum umframt Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.

Svenski ráðharrin er við til at seta Javnstøðuráðstevnu í Norðurlandahúsinum týsdagin, og luttekur síðani á Vinnulívsseminari har.

Ewa Björling, sum er av samiskum uppruna, hevur stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og fer millum annað at hitta landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Løgtingið, Boðanesheimið og Fróðskaparsetrið.

Svenska ferðalagið fer úr Føroyum aftur mikudagin, eftir stutta vitjan í Koltri og á Hiddenfjord.