Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EXPERIENCE MARIANAS

UCW ACADEMY OF PERFORMING ARTS, FRUMFRAMFØRIR SANGLEIKIN, EXPERIENCE MARIANAS,  eftir Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeifer

TÍÐINDASKRIV
10/11/2021

Føroyingurin, Elias Magnussen, ið gongur á 3. árið á Musical Theatre á University Centre Weston, hevur mannliga høvuðsleiklutin í einari uppseting av nýggja Broadway sangleikinum,  Experience Marianas: Triðja árs næmingar á BA (Hons) Musical Theatre á University Centre Weston - Academy of Performing Arts, Weston-super-Mare, skulu frumframføra leikin Experience Marianas á Tropicana Weston Super Mare tíðliga í desember. Hettar er nýggjasti sangleikurin hjá teimum báðum Broadway tónaskøldunum.
 
Mannligi høvuðsleikarin, Elias Magnussen, ið hevur spælt við í fleiri sangleikum, sjónleikum og kaparettum her í Føroyum, spælir Dr. Davis Johnson í sangleikinum Experience Marianas. Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeifer koma til Onglands at seta leikin upp saman við næmingunum á University Centre Weston – Academy of Performing Arts.

Leikurin er ein orkufull, svørt komeda, ið roynir at kanna, hvussu fólk royna at fáa vald yvir øðrum fólkum, við at brúka ymiskar valdsskipanir, og hvussu tey finna teirra samleika, innan hesar.

ithøvindurin Sarah Beth Pfeifer greiður frá, “Experience Marianas er ein spennandi verkætlan, ið vit hava skriva tey seinastu árini og er eitt rock sangleika ævintýr um ferðina hjá einari kvinnu, fyri at flýggja úr einari sekt, ið er umborð á einum skipið. Hvar er betri at framføra ein slíkan leik, enn í Weston Super Mare, ið liggur út til sjógvin. Søgugongdin er svørt, tó stuttlig og lýsir ymiskar fløkjur og misskiljingar og vit gleða okkum til frumframførðsluna í Onglandi, og vit vóna at nógv koma at uppliva eitt “vilt” kvøld saman við okkum.”  
 
Tónleikurin er ávirkaður av retro-synths og New Ware rocki, og verður framførdur av einum live rock bólki, ið er mannaður av tónleikanæmingum frá University Centre Weston. Leikstjóri er Grace Taylor, hjálparleikstjóra á musicalinum Six.

Leikurin fyrigongur umborð á einum skipið og høvundurin og tónaskaldið Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeiter hava gjørt leikin soleiðis, at hann fær áskoðararnar at dragast inn í Marianas lærustovnin, ið er ein “healing skeiðsdepil” stovnaður av miseydnaða sjónleikaranum Dr. David Johnson, ið Elias Magnussen spælir. Marianas lærustovnurin fær áskoðarnar at føla seg sum ein part av leikinum. Byrjanin er sera veruleikakend, men leikurin verður meira og meira villur og meira hugfloygdur, uppbygdur sum ein pyramidu skipan, við sex ritualum, sjóskrímslum og at enda einum morði.

Eftir at hava kannað og havt samrøður við dragandi sektir, bleiv Experience Marianas skrivaður. Sangleikurin hevði frumframførslu í 54 Below í New York City á vári 2018, og nakrir útvaldir sangir eru at finna á Spotify undir Experience Marianas.

University Centre Weston – Academy of Performing Arts, bjóðar næmingum eina røð av lærugreinum, har næmingarnir hava stóran ágóða av góðum hølisviðurskiftum, smáum flokkum og tøttum sambandi við lærarar og starvsfólk, ið øll hava arbeitt innan vinnuna í nógv ár. Sangleikurin verður framførdur av 3. árs næmingum í Musical Theatre BA Honours lærugreinini. Broadway tónsmiðurin Rob Rokicki og dramaturgurin Sarah Beth Pfeifer møttust, tá ið tey arbeiddu saman við leikinum The Lighting Thief.

ann sum tónasmiður og hon sum høvuðsleikari. Onnur verk, ið Rob Rokicki hevur skrivað tónleik til eru Monstersongs, Punk Rock Girl, Strange Tails og fleiri onnur. Hann er heiðraður við American Harmony Award og tvær ferðir Larson Award finalistur. Sarah Beth Pfeifer hevur verið leikari í The Lightning Thief og hjálparleikstjóri/dramaturgur á The Wild Party. Hennara framførslur eru m. a. Eleanor í Goldstein og Enid í Legally Blonde.

Leikstjórið í Experience Marianas er Grace Taylor, ið hevur arbeitt nógv í West End í London, sum m. a. er kent fyri sínar sangleikir. Hon arbeiðir í løtuni við sangleikinum Six sum hjálparleikstjóri. Grace Taylor hevur arbeitt við Stay Awake Jake, The Ceiling Project, sum er ein festivalur við nýggjum sangleikum, og Confessions of a Rabbi’s Daughter.

Experience Marianas verður stuðlaður av the Weston College Group, ið UCW er ein partur av, og av Dr Paul Phillips CBE, Principal and Chief Executive.
 
Tú finnur okkum á Facebook – Experience Marianas UCW
Tú finnur okkum á Instagram - @Experience.Marianas.ucw
#experiencemarianasucw

Link til atgongumerki:

https://www.eventbrite.co.uk/e/experience-marianas-tickets-187562252747