Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðfríð L. Jacobsen leiða eldraøkið

Tórshavnar kommuna hevur sett Eyðfríð L. Jacobsen í starv sum heilsu- og umsorganarstjóri.
Eyðríð L. Jacobsen kemur úr starvi sum leiðari á sosialu deild í Tórshavnar kommunu, og hevur síðstu mánaðirnar eisini verið fyribilssett sum heilsu- og umsorganarstjóri.

Heilsu- og umsorganartænastan fevnir um alt eldraøkið í Tórshavnar kommunu, tvs. allar búeindir, heimatænastu, dagtilhald v.m., eins og tænastur og tilboð sum venjingar, tilhald, umlætting og samdøgursrehabilitering. Økið fevnir um eini 600 starvsfólk. Fíggjarkarmurin fyri 2016 er uml. 166 mió.

Eyðfríð L. Jacobsen tekur við starvinum beinanvegin.