Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðgunn Samuelsen helt røðu í ST

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, helt røðu í ST, tá aðalfundurin hjá Kvinnukommisjón ST varð settur.

Setanarrøðurnar vórðu hildnar av Mogens Lykketoft, formanni fyri ST aðalfundin, Ban Ki-moon, aðalskrivara hjá ST og Phumzile Mlabo-Ngcuka, forkvinna fyri Kvinnukommisjónini hjá ST. Eftir setanarrøðurnar fingið londini høvi at halda røður, har Danmark helt seinastu røðuna í gjár. Røðurnar frá londunum halda fram í dag og í morgin.

Føroyar fingu part av talutíðini hjá Danmark, og í røðu síni kom Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna inn á avbjóðingar, ið Føroyar hava á javnstøðuøkinum, m.a. í mun til inntøkubýtið millum menn og kvinnur, og undirskotið av kvinnum í burðardyggum aldri. 

Sí videobrot, tá ið landsstýriskvinnan helt røðu í ST her: https://youtu.be/i_pw3TxxPcs

Umframt setanina, eru fleiri spennandi tiltøk komandi dagarnar, bæði um hvussu londini fremja javnstøðu og tryggja javnrættindini, um fyribyrging av  harðskapi ímóti kvinnum og gentum, um hví so fáar gentur velja at fáa sær útbúgving innan vísind, tøkni, verkfrøði og støddfrøði, og hvat kann gerast við hetta, bara fyri at nevna trý evni, sum verða viðgjørd landanna ímillum. Fyri meira kunning um CSW60, sí her: http://www.unwomen.org/en