Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðgunn setti ráðstevnu um barnarættindi og umsorganartrot

Mánadagin var almenn ráðstevna um barnarættindi og umsorganartrot í Norðurlandahúsinum, sum Nordisk forening for barnamishandling og omsorgssvikt skipaði fyri. Undirtøkan var stór og á skránni vóru fleiri áhugaverdir fyrilestrar. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna setti ráðstevnuna við hesi røðu: 

Góðan morgun øll somul,

Eg fari at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til hesa áhugaverdu og viðkomandi ráðstevnu, har sjóneykan er sett á Barnarættindi og umsorganartrot. Tað er gott at síggja, at undirtøkan er so stór. Tað ber boð um, at áhugin fyri hesum týdningarmikla evni er stórur. Eisini fari eg at takka “Nordisk Forening for barnamishandling og omsorgssvikt” at tey koma til Føroya at halda hesa almennu ráðstevnu. Tí við eini tílíkari ráðstevnu verður ljós varpað á barnarættindi. Vit fáa nýggja vitan úr Norðurlondum lagda fram fyri okkum, samstundis sum føroyska landslagið innan barnarættindi verður lýst. Føroyar hevur fingið sjálvstøðugan limaskap í NFBO, og er ráðstevnan í dag fyrsta tiltakið hjá NFBO síðan Føroyar fingu sjálvstøðugan limaskap. Og tað eru vit takksom fyri!

Nordisk Forening for barnamishandling og omsorgssvikt – stytt NFBO, grundar sítt virksemi á ST Barnarættinda sáttmálan. Endamálið hjá NFBO er at fremja og menna norðurlendskt samstarv millum fakfólk, ið arbeiða við børnum, ið eru útsett fyri kropsligum og sálarligum ágangi, kynsligum ágangi ella øðrum umsorganarsvíki. Til at røkka hesum, skipar NFBO m.a. regluliga fyri ráðstevnum í teimum ymsu norðurlondunum, sum skal eggja og stimbra til samstarv millum fakfólk.

Norðurlendsku londini eru smá, men við samanhaldi eru tey stór, eisini í altjóða høpi. Norður­lendskt samstarv er ógvuliga gagnligt og uppbyggjandi, tí áskoðanir, hvat børnum viðvíkur, sosial lóggáva og heilsuverk, líkjast hvørjum øðrum. Samstundis eru londini so mikið ymisk, at vit kunnu læra og geva hvørjum øðrum íblástur.

Øll børn hava rætt til at vaksa upp í einum tryggum og kærleiksfullum heimi. Hetta er eisini útgangsstøði í Barnarættindasáttmálanum. Tað er tí umráðandi, at vit áhaldandi arbeiða fram ímóti, at Føroyar á øllum økjum liva upp til ásetingarnar í sáttmálanum, og harvið tryggja børnunum teirra rættindi.

Og hóast at allar flestu børn í Føroyum vaksa upp í góðum og tryggum heimum, so eru tað døkkir blettir at hóma, eisini her hjá okkum.

"Tá eg hugsi um barnadagar mínar
Er tað ræðumyndir ið eg minnist best
Tær løtur eg var bukaður og bangin
Í huga mínum mangt seg hevur fest
Tí sum barn tú vilt taka fyri givið
At í kærleika skapast tín verð
Men tann dagin, tú skalt stíga út í lívið
Ert tú sum eitt friðleyst dýr á tíni ferð”

Soleiðis yrkti svenski Bjørn Afzelius í 1984, ein sangur sum bleiv ein landaplága í øllum norðurlendsku londunum, og sum Steintór Rasmussen umsetti til føroyskt. Og hóast sangurin hevur verður sungin til mangt veitslulag, so er álvarin, sum Bjørn Afzelius tekur fram, ikki til at taka feil av.

Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er, at seta inn tíðliga, og við rættari hjálp – og hetta er serliga umráðandi, tá tað um børn ræður. Ein torfør byrjan í lívinum, kann verða meira enn trupul at sleppa av aftur við.

Danska Lisbeth Zornig Andersen, sum flest øll kenna, hevur sagt: 

“Eg eri heilt sannførd um, at eg hevði ikki sitið her í dag – í einum stjórastóli. Eg hevði sitið á einum barrstóli, um ikki nøkur menniskju rættu mær eina hjálpandi hond.”

Men skal tað verða møguligt at seta inn so tíðliga sum gjørligt, er alneyðugt, at fakfólk fráboða barnaverndar­tænastuni so tíðliga sum gjørligt. Tí er tað av stórum týdningi, at tey fakfólk, sum eru um børnini í gerandisdegnum, eitt nú pedagogar og lærarar, longu undir útbúgvingini fáa neyðugar førleikar at síggja vandatekin, eins og er neyðugt, alla tíðina at taka ásetingarnar í barnaverdarlógini í fullum álvara.

Aðalmálið í barnaverndarlógini er at verja barnið, og at styrkja rættartrygdina hjá bæði børnum og foreldrum. Barnaverndarmál eru sera viðkvom og trupul at umsita. Samstundis vísa kanningar, at tað ikki altíð er loysnin at seta børn heiman.

Tí vilja vit í samgonguni leggja størri áherðslu á at styrkja fyribyrgjandi og stuðlandi arbeiðið fyri, at so fá børn og ung sum til ber koma í trupulleikar. Og tá børnini og ung eru sett heiman, er tað umráðandi at karmarnir hjá teimum, sum taka sær av hesum børnum gerast betri. Bæði teir fysisku karmarnir, men samstundis tær tænastur, sum til ber at veita, sum kunnu hjálpa hesum at koma aftur á beint. Eisini eigur størri orka at verða løgd í at gera tað møguligt, at børnini kunnu koma heimaftur at búgva.

Tað er ein tendensur, at foreldur nærum verða ómyndiggjørd, tá børnini verða sett heiman. Tíverri eru tað nøkur foreldur, sum ongantíð verða før fyri at taka sær av sínum børnum, men tað eru tó fleiri, sum við góðari hjálp og stuðli, kunnu læra at vera foreldur. Hetta er eisini andin í barnaverndarlógini, og sum vit eiga at virka fyri.

Barnarættindasáttmálin hjá ST er eitt týdningarmikið amboð at betra um viðurskiftini hjá børnum og ungum, og tilgongdin við hoyringini og niðurstøðan frá ST er við til at varpa ljós á barnarættindi. Men ein sáttmáli stendur ongantíð einsamallur, og ikki minst hevur tilgongdin at lata frágreiðing og hoyringin í ST, stóran týdning. Tað er millum annað ábreiðslurnar frá seinastu hoyring, sum var í 2011, sum hava verið katalysatorar fyri, at vit hava fingið Barnaumboðsmannin og Barnahúsið, sum vit fara at hoyra meira um seinni í dag.

Tí tað er í samanspælinum millum Føroyar og ST, millum landsstýrið og áhugafeløg, millum politikarar og borgarar, at framgongdin liggur. Tað er hetta samanspælið, ið hevur stóran týdning í mun til at betra um viðurskifti børnum at frama. Her hava vit øll ein týðandi leiklut.

Men orsøkin og ynski um at betra um umstøðurnar og tryggja rættindini hjá okkara børnum, kemur ikki úr ST. Hetta er og eigur altíð at vera eitt grundleggjandi ynski hjá okkum sjálvum.

Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika nýggja frágreiðing, sum skal latast ST 1. februar í 2016. Frágreiðingin skal lýsa nýggj átøk og tiltøk á barnarættindaøkinum, umframt at nevna hvørjar avbjóðingar eru á økinum.

Í komandi frágreiðing er dentur í stóran mun lagdur á rættindini hjá børnum, ið bera brek, og avbjóðingarnar í mun til at veita eina heildartænastu til hesi børn. Málið er at barnið skal vera í miðdepilinum, meðan tað er uppgávan hjá myndugleikum at samskipa tænasturnar.

Í samgonguskjalinum hava vit staðfest, at vit vilja arbeiða fyri einari samskipaðari tænastu, har støði verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka. Vit ynskja, at øll børn skulu hava tað gott í Føroyum, og tað hevur týdning, at vit øll í felag lyfta uppgávuna – politiska skipanin, kommunurnar, Almannaverkið, fakfólk, foreldur og borgarar.

Børn sum bera brek, sum eru fyri vanrøkt, umsorganarsviki og annað, eru eisini fevnd av barnaverndarlógini. Í hesum førum leggur tað størri trýst á skipanirnar, at tær skulu megna at virka væl saman. Men skipanirnar megna onki sjálvar. Uttan góð og dugnalig starvsfólk, sum dag og dagliga arbeiða í hesum skipanunum, gera eitt megnar arbeiði. Uttan tykkara nærlagni og umsorgan, hevði ikki borið til at veitt hesar tænastur. Hetta eri eg, sum avvarðandi landsstýriskvinna, bæði eyðmjúk og takksom fyri. Tí ongin skipan ella avtala er sterkari, enn tey fólkini sum virka í hesum.

Ein ítøkilig avbjóðing er at fáa eitt skipað samstarv millum avvarðandi myndugleikar, soleiðis at borgarin fær eina samskipaða tænastu. Hesum verður tað ítøkiliga arbeitt við í “Tí góðu tilgongdini”. Tann góða tilgongdin er ein skipaðan samstarvsleistur, sum tryggjar eitt dygdargott samskipað heildartilboð til børn við autismu og familjur teirra.

Her taka avvarðandi myndugleikar ábyrgd av sínum parti av tænastuni, og taka ábyrgd av at samstarva og samskipa tænastuna við aðrar myndugleikar. “Tað góðu tilgongdina” er ein samstarvsleistur, ið kann brúkast á nógvum øðrum mótum innan vælferðararbeiðið.

Barnahúsið er eisini skipað eftir hesum grundsjónarmiðinum. At tað er barnið, sum er í miðdepilinum, meðan myndugleikarnir koma til barnið, heldur enn at barnið skal ferðast runt til ymsar myndugleikar.

Eg fari sum landsstýriskvinna í almannamálum at byggja víðari uppá tey góðu tiltøk, sum longu eru sett í verk, soleiðis at tað verður lættari at vera barn og lættari at vera familja í Føroyum.

Føroyar hava eina svarta fortíð, tá tað snýr seg um at senda fólk við serligum avbjóðingum av landinum. Eisini í nýggjari tíð hevur tað verið vanligt, at vit senda børn á viðgerðarstovn í Danmark eftir forsorgarlógini og eftir barnaverndarlógini. Hetta er tíbetur broytt og gongdin er vend, og nú hava vit fingið fleiri heim, og arbeitt verður miðvíst at tryggja nøktandi tilboð í Føroyum. Vit skulu geva hesum børnum viðgerð í einum heimligum umhvørvi, heldur enn at senda tey til eitt fremmant land við fremmandari mentan og fremmandum máli. Mong av hesum børnum hava samansettar trupulleikar, og at tað hevur verið tørvur á at geva teimum eitt gott tilboð aðrastaðni, sum vit ikki hava kunna givið teimum her í Føroyum.

Men um vit ongantíð broyta siðvenju og mannagongdir, so verður fakligi førleikin heldur ikki mentur í Føroyum á økinum, og samstundis fáa vit ongantíð neyðuga vitanina um hesi børnini. Sjálvsagt kunnu vera byrjanartrupulleikar við teimum tilboðum, sum vit veita, men málið hjá okkum má vera, at vit skulu kunna taka okkum av øllum okkara børnum, hvussu trupult tað enn er.

Tað er okkara skylda sum samfelag at vera góð við øll okkara børn og ikki flyta tey við avbjóðingum av landinum.

Dagurin í dag hevur eina áhugaverda skrá, sum vónandi fer at eggja til størri samstarv millum ymsu fakbólkarnar, og eisini eitt gott amboð til menning av viðurskiftum sum viðkoma barninum. Eg fari at enda við seinasta ørindunum úr Ikaros, hjá Bjørn Afzelius, og við hesum ynskja tykkum framhaldandi ein góða ráðstevnudag.

“Lat tínar blómur festa rót í góðum lendi
Og lat plantur tínar grógva vilt og vítt
Í vakstrarhúsi saknast sól og vindur
Í náttúruni tær kunnu vaksa frítt
Tey tú elskar skulu royna sínar veingir
So tey einaferð finna sítt flog
Sum tú virðir tíni egnu tú vilt sanna
At tey eisini vilja virða teg so”

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna í almannamálum