Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyðun í “støtinum” í 33 ár

El-talvuvirkið í Gøtu, eisini kent undir navninum ”Eyðun í Gøtu”, sum er eigarin av virkinum, hevur framleitt eltalvur og veitt tænastur innan elveiting seinastu 33 árini. Fríggjadagin hevur virkið móttøku fyri líkasum at staðfesta, at tað gongur bara heilt væl!

Seinastu árini hevur El-talvuvirkið serliga ment sær førleikar at veita tænastur til skip og tað, sum hevur við sjógvin at gera. Í hesum sambandi fekk virkið virðisløn á Vinnudegi hjá Eysturkommunu fyri at hava ment eina orkuspariskipan umborð á fiskiskipum. Á móttøkuni fara fólk frá Faroe Origin at greiða frá úrslitum, sum orkuspariskipanin hevur viðført umborð á Róki, sum er eitt av teirra skipum.

Somuleiðis  fer Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, at hugleiða um El-talvuvirkið og tess virksemi.

Tann yngsti er 18 – tann elsti 77 ár

El-talvuvirkið hevur havt nógvar lærlingar gjøgnum ár og dag, og hevur tað framvegis. Í dag eru millum 15 og 20 fólk í starvi, harav 8 eru lærlingar. Aldursspjaðingin er eisini stór – yngsti maður er 18 ár, og elsti er 77 ár. Tað er Magnus Heinason, sum øll árini hevur arbeitt á virkinum og framvegis hevur sína gongd á El-talvuvirkinum viðhvørt. Á móttøkuni verður Magnus Heinason heiðraður fyri at hava myndað og ment felagið í 28 ár.

Vøruframsýning og nýggjan samleika

El-talvuvirkið heldur til í nýumvaldum hølum í Norðragøtu, og á móttøkuni verður høvi at síggja og royna tað vøru- og tænastu úrval, sum El-talvuvirkið hevur at bjóða í dag. Virkið hevur arbeitt við at fáa sær ein nýggjan grafiskan samleika, og hesin verður avdúkaður á móttøkuni. 

Tað verður tó framvegis Eyðun, ið fer at standa sum oddviti fyri virkið, og miðvíst menna núverandi marknaðarstøðu. 

Tónleikur og myndaframsýning

Móttøkan verður fríggjadagin 6. november frá klokkan 15.30 – 18.00, og undir móttøkuni verður tónleikur og myndaframsýning. Okkurt gott verður til matna, og øll eru hjartaliga vælkomin.