Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eyka Hoyma konsert við Eivør á G!

Báðar tær fyrstu Hoyma konsertirnar hjá Eivør á G! vóru seldar beinanvegin, nógv hava umbiðið atgongumerki, tí verður skipað fyri eyka Hoyma konsert fríggjadagin kl. 16.00.

Her er talan um konsertir har Eivør og Mikael Blak framføra akkustiskt fyri 50 fólkum hvørja ferð.

Eivør eigur at spæla á G!. Størsta songrøddin, ið Gøta hevur fostrað, man teljast millum tær størstu songkvinnur føroyingar nakrantíð hava átt. Tí er einki meira natúrligt enn, at Eivør spælir á festivalinum í heimbygdini. Hetta var natúrligt, tá hon fór á pall við Clickhaze á allar fyrsta G!Festivalinum og hevur verið tað so ofta síðan tá.

Í ár verður upplivingin tó uppaftur meira serstøk, tí ístaðin fyri sítt vanliga pláss á høvuðspallinum, spælir Eivør Hoyma konsertir í hugnaligu stovuni hjá Juliu Lamhauge í Gøtu.

Tá G!Festivalurin skipaði fyri Hoyma í vetur, bar ikki til hjá Eivør at luttaka, hóast hon sera fegin vildi. Tí ynskti hon at nýta hetta høvið at spæla undir hesum hugnaligu og tøttu karmum. Har sambandið við áskoðararnar er nakað heilt serligt.

Hvør konsertin varðar umleið ein tíma. 50 fólk sleppa inn hvørja ferð og atgongumerki kunnu keypast á www.eivor.com.  Einans fólk við G! armbandi sleppa inn.