Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fá alla familjuna at renna við og stuðlið bróstunum

Krabbameinsfelagið og Treysti skipað fyri stuðulsrenning í Klaksvík tann 28. September. Skundi tykkum og melda tykkum til.

Krabbameinsfelagið og Treysti skipað fyri stuðulsrenning í Klaksvík tann 28. September ”Bót til Bata”, ið er sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, varpar á hvørjum ári ljós á bróstkrabba í Føroyum. Í oktober 2013 eru 25 ár liðin, síðani bólkurin varð settur á stovn. Tískil skipar bólkurin í ár fyri ikki minni enn tveimum stórum tiltøkum.

Fyrra tiltakið verður í Klaksvík tann 28. september 2013, tá ið Bót til Bata og Treysti skipa fyri familjurenning. Seinna tiltakið verður á torginum í SMS í Havn tan 1. oktober 2013.