Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fá tær eina glóð og byrja fyri teg sjálvan

Ófatiligt at Óli Breckmann, við so mongum politiskum líkum í lastini, kundi sleppa at føra seg fram sum ein sunnudagsskúlaærarari, sum m. a. bað kvøldbønir við børnunum og annars rósti teimum ymsu samfelagsbólkunum, meðan tann sanni Óli einamest er kendur fyri at hava verið við til skjalafalsan, og annars at níta alla sína politisku orku til at kúga og háa øll tey, sum hann hevur kunnað rokkið i sínum ekstremt høgraradikala virksemi.

Mong eru so ung, at tey ikki kenna til tað, ið Óli hevur bedrivið , men tað er vert at kenna, so øll kunnu taka støðu til líknandi høgradikalan devulskap – hvar og nær, hann vísir seg-og steðga honum so skjótt, hann stingur høvdið fram. Men ein treyt er, at øll – eisini tey ungu læra fanansskapin at kenna, og tað kundi m.a. eisini verið gjørt í Vangamyndini.

Men við at servera ein slutur fyri ein slatur fingu vit eitt glansbílæt av sunnudagsskúlalæraranum, har hyggjararnir í staðin av røttum áttu at fingið eina svávulsmynd av hinum versta í politiskum hami.

Nøkur mál, ið kundu verið tikin upp til viðgerðar:

1. Brixmálið

2. Morið á Oluf Palme

3. Samstarvið við neonazistarnar

4. Apartheid

5. Nelson Mandela

6. Salvador Allende

7. Kúgan av arbeiðaraklassunum allastaðni – hví?

8. Kúgan av teimum svørtu

9. Móti javnstøðu á øllum stigum og allastaðni.

Kanska ein kvøldsending ella tvær kundu fingið tramanskapin fram í ljósið, soleiðis at tað kundi gjørst paratvitan , sum aftur kundi gjørst ein fyribyrgjan av fanansskapinum.

Søga sigur, at maður, ið hevði verið óreinur og altíð hevði gagna sær sjálvum, og sum samstundis, í staðin fyri at vísa næstakærleika, hevði verið óndskapsfullur og víst kúgandi atburð, hesin maður doyði og endaði sjálvandi í tí Ónda stað. Men tá Fanin fann útav, hvør hann var, bað hann henda mann fáa sær eina glóð, fara útun og byrja fyri seg sjálvan.

Hetta er ein søga, sum er verd at hugsa um.

Dagfinnur Danbjørg.