Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FAG – Nótaskip – Langtíðarsemjan

Dan Klein --- 18.05.2017 - 10:04

Í undanfarnu lesarabrøvum havi eg heitt á Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) um at prógva síni uppáhald, um at nótaskipini og teirra tal av fiskiloyvum eru fækkað úr 20 niður í 7 – grundað á eina sokallaða tillaging, sum limirnir í felagnum Nótaskip skulu eitast at hava framt.

Uttan mun til, um FAG-søgan er fingin til vega í ella uttanfyri húsið, so er lagamanni hjá FAG at fáa sannindini í søguni annaðhvørt váttað ella avsannað – innanhýsis, har í húsinum. Stjórin í felagnum Nótaskip hevur fortalt at kalla somu søgu um uppkeyp og samanleggingar í hesum skipabólki.

Eg eri tó rímiliga vísur í, at tað, sum eg havi ført fram, er rímiliga rætt – og at tað, sum FAG hevur ført fram í hesum máli, er ein lodrøtt lygn.

Meðan limirnir í felagnum Nótaskip ókeypis hava fleirfaldað veiðievnið í nótaflotanum, so hava feløg, sum veiða botnfisk undir Føroyum – í tann mun veiðievnini er økt í sambandi við endurnýggjan – goldið fyri hvønn eyka rúmmetur og hvørja eyka hestakraft, av tí at hesi bert kunnu útvegast við keypi frá øðrum feløgum í sama bólki.

Stjórin í felagnum Nótaskip er fyrrverandi tíðindamaðurin og kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen. Jógvan Jespersen er settur til at arbeiða fyri áhugamálunum hjá felagnum. Tvs. fyri at propagandera ella lobbyera (eg veit ikki rættiliga, hvat munurin er á hesum báðum) fyri, í størst møguligan mun, at ávirka ta politisku skipanina til fyrimuns fyri áhugamálini hjá hjá limunum í felagnum Nótaskip.

Í sambandi við propaganda, komi eg ofta at hugsa um orðatakið: „Um ein lygn verður enturtikin nóg ofta, verður hon uppfatað sum sannleiki.“ Verður leitað á t.d. Google, so sæst, at bæði Vladimir Lenin og Joseph Gøbbels skulu hava sagt hetta.

Jógvan Jespersen hevur verið sera virkin tey seinastu árini. Roynt hevur verið at tekna eina mynd, har tað fyrst og fremst er limunum í felagnum Nótaskip og teirra harða arbeiði fyri at takka, at tað gongur so væl í Føroyum. Men, lat meg vísa á,

at:

- russiskur og ikki føroyskur makrelfiskiskapur í føroyskum sjógvi var høvuðsgrundarlagið undir strandalandaavtaluni frá 2000.

- frá 2000-2009 lá tann árliga kvotan av makreli í føroyskum sjógvi um 30.000 tons, hvarav limirnir í felagnum Nótaskip fingu tillutað umleið helvtina. Restin bleiv brúkt í umbýti við russar og norðmenn – fyri at útvega m.a. føroyskum trolarum atgongd til russiskt og norskt sjóøki í Barentshavinum.

- nótaskipini fiskaðu sín part av makrelkvotuni í fremmandum sjógvi (tvs. í ES-sjógvi og norskum sjógvi).

at:

- søgan hjá FAG um tillagingina í nótaflotanum er íspunnin og hevur onki hald í veruleikanum.

- limirnir í felagnum Nótaskip avreiddu at kalla ongan makrel ella sild í Føroyum áðrenn ES-boykottið. Hetta hóast nakrir limir í felagnum áttu uppsjóvarvirkið í Kollafirði.

- uppsjóvarvirkið í Kollafirði bleiv koyrt á húsagang, tí eigararnir sóu onga framtíð í einum frystivirki í Føroyum.

- limirnir í felagnum Nótaskip mótarbeiddu beinleiðis, at føroyingar skuldu krevja størri uppsjóvarrættindi. Teir framførdu: at ongin makrelur var í føroyskum sjógvi, at makrelurin kundi ikki brúkast til matna, at vit máttu vita og ikki gita, o.s.fr.

- felagið Nótaskip og flakatrolararnir sendu eitt mótmælisskriv til politiska myndugleikan.

Frá 2009 til 2011 vaks føroyska makrelkvotan úr uml. 30.000 tonsum til 150.000 tons. Eftir at tann makrelurin, sum bleiv umbýttur við veiðirættindi í Barentshavinum, var tikin burturav, var talan um eina 8-9 faldan av makrelkvotuni – til føroysk feløg, samanborið við árini 2000-2009.

Verandi tilfeingi og fiskirættindi vóru fevnd av „Lógini um vinnuligan fiskiskap“. Fiskirættindini vóru knýtt at ávísum feløgum ella bólkum av feløgum, sum kundu selja og avhenda rættindini sínámillum. Men tað nýggja tilfeingið var, sambært Fiskimálaráðnum sjálvum, ikki fevnt av Lógini um vinnuligan fiskiskap, tí her var talan um nýtt tilfeingi í lógini. Sambært ráðnum hevði tískil onki einstakt felag ella bólkur av feløgum ræðisrætt á – ella framíhjárætt til – hetta tilfeingi.

Í 2010 og 2011 var støðan hjá botnfiskaflotanum so vánalig, at Havstovan rópti varskó (serliga viðvíkjandi toski og hýsu). Í 2010 mælti Havstovan til, at ongin toskur og ongin hýsa bleiv fiskað yvirhøvur. Í 2011 bleiv mælt til at skerja veiðuna eftir toski og hýsu munandi.

Hóast hesa støðu viðvíkjandi ávikavist tí nýggja- og tí kollapsaða tilfeinginum í føroyskum sjógvi – og harvið einum søguligum møguleika fyri at laga flotan til tann nýggja veruleikan, við at flyta feløg úr tí kollapsaðu botnfiskaveiðuni yvir til at fiska eftir tí nýggja tilfeinginum í føroyskum sjógvi – so gera Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Poul Michelsen í 2011 eina merkisverda avtalu (hjáløgd her), sum teir sjálvir kallað: „Langtíðarsemjan“. (Eg ætli mær seinni at lýsa ta semjuna).

Við hesari merkisverdu avtalu løgdu teir fýra floksformenninir lunnarnar undir tað føroyska fámannaveldið. Tað sær ikki mætari út, enn at limirnir í felagnum Nótaskip blivu beinleiðis beløntir fyri miðvíst at hava mótarbeitt, at Føroyar kravdu at fáa størri uppsjóvarrættindi. Limirnir í felagnum Nótaskip fingu nevniliga tillutað bróðurpartin av teimum nýggju rættindunum – sum serrættindi.

Leisturin frá langtíðarsemjuni í 2011 er – við smávegis broytingum – brúktur tey seinastu 5 árini, soleiðis at limirnir í felagnum Nótaskip fáa í dag nógv tann størsta partin av uppsjóvartilfeinginum. Harumframt eru virkini, sum somu limir eiga, vard av einum avgjaldi (les: stuðli) upp á 2 kr /kg, sum skip skulu gjalda, um landað verður uttanlanda og ikki til teirra virkir í Føroyum.

Leisturin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Høgna Hoydal og Poul Michelsen vigaði allar føroyskar skipaeigarar og feløg á einari – í lógini og fyri almenningin – púra ókendari vágskál. Leisturin tilvaldi og frávaldi skipaeigarar og feløg – og harvið manningar og familjur – um allar Føroyar. Summir (nakrir ávísir) fingu fleirfaldað síni rættindi – og harvið eisini inntøkurnar til sín sjálvs og sínar manningar. Aðrir vórðu funnir ov lættir á vágskálini. Ongin grundgeving bleiv givin fyri, hvør skuldi hava, og hvør ikki skuldi hava – tíansheldur fyri hví so skuldi verða.

Tað, sum hevur verið frammi alment – um innihaldið av tí komandi uppskotinum til eina fiskivinnunýskipan – boðar ikki frá góðum fyri tey feløg, sum enn eru eftir av teimum, sum í 2011 blivu vigaði og funnin ov løtt á vektini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Høgna Hoydal og Poul Michelsen. Endaliga uppskotið er ikki kent enn. So, eg fari at lata uppskotið koma, áðrenn fleiri viðmerkingar verða gjørdar til tað.

Í stuttum havi eg bara eitt at siga um arbeiðið hjá Jógvani Jespersen sum stjóra í felagnum Nótaskip: „Respekt“. Respektin kemur serliga av, at Jógvan Jespersen hevur klárað at siga sína søgu, uttan at ein einasti kritiskur spurningur er settur viðvíkjandi tí faktuella innihaldinum í søguni, sum er søgd seinastu nógvu árini.

Ongin – og slættis ikki miðlafólkini – tykjast at hava fingið við, at Jógvan Jespersen hevur skift starv. At hann hevur eina heilt aðra dagsskrá nú, enn tá ið hann var tíðindamaður og kringvarpsstjóri.

Journalistikkurin mótvegis felagnum Nótaskip kallar fram myndina av tíðindafólkunum sum mikrofonhaldarar fyri stjóran, ið sigur frá summarskránni. Fyri at skera tað út í papp: Jógvan Jespersen er ikki longur partur av redaktiónini, men umboðar ávís áhugamál og vil tí fortelja eina ávísa søgu. Tað er í tøkum tíma – nú eftir 7-8 ár, og nýskipanin er á gáttini – at fjórða statsvaldið fer at kanna eftir, hvussu eftirfarandi henda og aðrar søgur eru.

Vh,

Meinhard Jacobsen,

fyrrverandi nevndarlimur í FAG



Landtidarsemja.pdf   Langtíðar semja