Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fair Play, takk

 Seinastu dagarnar hava vit frætt um, at plakatir, ið valevni til fólkatingsvalið hava hongt upp ymsastaðni í Havn, verða skræddar niður aftur av ótangum.

Tað at heingja plakatir upp fyri at gera vart við seg undan einum vali, er demokratiskur rættur, sum øll eiga at virða. Tí er tað sera óheppið, at fólk ikki loyvir øllum at brúka hendan rættin.

Eisini valevni Sambandsfloksins hava kent sviðin av, at onkur er í samfelagi okkara, sum ikki loyvir øllum valevnum at kunna brúka sín rætt.

- Hetta harmar okkum, og vit heita tí staðiliga á øll um at virða demokratiið, ið er grundarsteinurin undir samfelagi okkara, sigur Sambandsflokkurin.