Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fakfelagsharðskapur í pedagogfamiljuni er partur av skitnum valstríði

Eingin í Føroya Landi man hava gloymt, at Pedagogfelagið í samfull 22 døgn var í verkfalli í ár, skrivar fakfelagsforkvinna, hvørs høgrahond í pedagognevndini er uppstillað til býráðsvalið í Havn, og tveitir við hesum boðskapinum sítt egna fakfelag inn í sítt egna valstríð.

Sjálv hevur hon verið uppstillað fleiri ferðir fyri Tjóðveldi.

Hvussu sømiligt er hetta? Slær hon ikki út eftir frælsa og fría viljanum hjá limunum til sjálvar at velja síni umboð á valinum í eini roynd at koma sær sjálvari fram? Hví hevur hon knappliga mist álitið á sínum egnu limum?!

Sjálvt um hon væl veit, at avgerðarrætturin í samráðingunum ikki lá hjá kommununum, men hjá fíggjarmálaráðnum, so roynir hendan fakfelagsforkvinnan, at misbrúka sína støðu, sum fakfelagsleiðari, at fáa sínar limir at taka undir við sínum politiska boðskapi, sum hon nú beinleiðis hevur valt at brúka í sínum egna valstríði beint uppundir sjálvan valdagin, sum eisini rakar hennara egna flokk.

Hetta er skitið. Hetta er kynisma. Hetta er barnsligt. Hetta er misbrúk og fakfelags harðskapur í pedagogfamiljuni, siga fleiri keldur innan fakfelagsrørsluna.