Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fakfeløg átala Mentamálaráðið

Undirritaðu fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum mótmæla, at Mentamálaráðið setir fólk í tíðaravmarkað starv, uttan at lýsa størvini leys. Við hesum ger aðalráðið seg inn á landsins starvsfólkapolitikk, sum sigur at øll størv eiga at vera lýst leys alment.

Komið er í ljósmála, at Mentamálaráðið hevur sett fólk í starv, uttan almenna lýsing. Grundgevingin er, at fólk er sett í starv at røkja serligar uppgávur í eitt avmarkað tíðarskeið.

Undirritaðu fakfeløg, sum hava sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum ávara ímóti eini gongd, sum kann undirgrava landsins starvfólkapolitikk, sum m.a. hevur til endamáls, at skapa tryggleika og gjøgnumskygni kring almennar starvssetanir.

Landsins starvsfólkapolitikkur er púra greiður. Øll størv undir landinum eiga at verða lýst leys alment. Tað vil siga vanlig føst størv, fyribilsstørv og tíðaravmarkaði størv. Vit mugu kunna hava álit á, at landið kann halda tær reglur, sum tað hevur sett sær sjálvum.

Kravið um, at almenn størv skulu lýsast leys er ein garantiregla, sum skal tryggja gjøgnumskygni kring setanirnar og at tað altíð eru tey best skikkaðu, sum verða sett í starv; at vina- og kenningapolitikkur ikki sleppa at ráða, og at kravið um sakliga fyrisiting verður uppfylt.

Fleiri av feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum hava eisini sáttmálar, sum siga nøkulunda tað sama sum almenni starvsfólkapolitikkurin: At størv, ið ganga eftir sáttmálunum, skulu lýsast leys – bæði føst størv, fyribilsstørv og tíðaravmarkaði størv.

Í almennu umrøðuni hevur Mentamálaráðið víst til reglurnar hjá danska statinum, har til ber at seta fólk í styttri tíð upp til 1 ár, uttan at lýsa størv leys. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, tí at rættarliga grundarlagið er ikki tað sama. 

Í Danmark hava sáttmálarnir vanliga ikki ásetingar um at lýsa størv leys og lóggáva er um parttíðar- og avloysarastørv. Eitt rundskriv er um starvslýsingar hjá teimum, sum arbeiða hjá statinum, men týdningarmikið er at nevna, at hesar reglur eisini taka fyrivarni fyri sáttmálunum.

Føroyskir myndugleikar kunnu ikki fyrilitarleyst innflyta fremmandar reglum og praksis, sum ikki bara ganga ímóti orðaljóðinum í landsins starvsfólkapolitikki, men sum eisini kunnu vera í andsøgn við sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Um landsins myndugleikar halda, at galdandi reglur ikki kunnu praktiserast, so er hetta ið hvussu so er ikki rætta framferðin. Tá eiga teir, sum vanligt er, at taka málið upp við feløgini í frælsum samráðingum á arbeiðsmarknaðinum.


Súni Selfoss, formaður, Starvsmannafelagið
Jógvan Philbrow, formaður, Føroya Pedagogfelag
Óluva í Gong, forkvinna, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Herálvur Jakobsen, formaður, Føroya Lærarafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna, Havnar Arbeiðskvinnufelag
Suni Joensen, formaður, Akademikarafelag Føroya
Jóhan Pauli Helgason, formaður, Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya