Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fakfeløgini vilja hava tingið saman

Tey bæði fakfelagssamtøkini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, Fakfelagssamstarvið og Samtak, heita á floksformennirnar um at virka fyri, at løgtingið verður kallað saman aftur sum skjótast at viðgera og samtykkja lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Tíðindaskriv:

“Føroyar eru einasta Norðanlandið, sum ikki hevur eina lóg móti diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki virðiligt og kann á ongan hátt verjast ella góðtakast, at Føroyar framhaldandi verða verandi eftirbátur, tá ið umræður grundleggjandi løntakararættindi og -verju. Hesin skeivleiki má rættast, siga fakfeløgini í viðfesta skrivi til floksformennirnar í dag.

Lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum var eitt av uppskotunum, sum fall fyri tíðarfreistini, nú løgtingið fór í summarfrí. Nú heita tey bæði fakfelagssamtøkini á floksformennirnar um at gera sítt til, at tingið verður kallað saman aftur at viðgera uppskotið.

Feløgini vísa á, at hettar er triðju ferð, at slíkt uppskot er fyri á løgtingið seinastu tvey árini. Tað kann als ikki góðtakast at eitt uppskot, sum er so væl gjøgnumarbeitt og so týdningarmikið fyri føroyska løntakaran, enn einaferð standar í politisku skipanini, tí hettar hevur einki við partapolitikk at gera, siga tey bæði fakfelagssamtøkini, sum umboða stóran part av føroysku løntakarunum.

“Vit fara tí staðiliga at heita á tykkum sum formenn fyri politisku flokkarnar um at virka fyri, at føroyski løntakarin ikki einaferð enn verður settur í bíðistøðu, men at lógin móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum hesaferð kann verða samtykt” siga feløgini í áheitan síni til floksformennirnar.

Viðfest er skrivið, sum Samtak og Fakfelagssamstarvið hava sent til floksformonnunum á tingi og fotomynd.


Til formenninirnar í politisku flokkunum.pdf