Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til familjudagar á Háskúlanum í Havn.

Familjudagar á Háskúlanum 21.-22. mai

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til familjudagar á Háskúlanum í Havn. Á skránni verður millum annað, spøl, hugni og samverða, fyrilestur og refleksión við Inge Kaldahl, sálarfrøðingi og tekniverkstaður við Janusi á Húsagarði.

Tiltakið, sum er fyri familjur at børnum, sum hava ella hava havt, krabbamein og familjur sum hava mist børn av krabbameini, byrjar leygardagin 21. mai kl. 09.15 á Háskúlanum í Havn.

Áhugaði kunnu ringja ella skriva til Krabbameinsfelagið fyri at hoyra nærri og melda til. Telefon 317959 og teldupost kmf@krabbamein.fo