Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fangandi søgur og flottar myndir

Í hesum døgum koma út tvær upprunaføroyskar barnabøkur. Bøkurnar eru fangandi, lættlisnar og prýddar við flottum litríkum myndum.

Onnur bókin, Torkils døtur, er ein nýskrivað søga eftir Sólrúna Michelsen, ið byggir á gamla søgu, ið verður hildin at stava frá síðst í 16. øld. Hin bókin, Lívið á sjósavni, er ein faktabók, sum sigur frá um dagligu gongdina á Føroya Sjósavni og um tilfongið í havinum kring Føroyar.

Dramatisk søga um Torkils døtur

Søgan um Torkils døtur livir í halgikvæðum og sagnum og er til í øllum Norðurlondum. Hon sigur frá um Torkil og døtur hansara, Ásu og Katrina. Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Gentur mugu ikki ríða einsamallar, tí ikki allir vallarar hava góðar ætlanir. Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju. Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum, verður Ása ræðslusligin. Hvar er Katrin?

Modernaður teknistílur

Unga og evnaríka listakvinnan Herdis Jakobsen, sum nýliga er útbúgvin myndprýðari úr skúla í Onglandi, hevur myndprýtt bókina um Torkils døtur. Herdis hevur megnað at givið gomlu søguni ein nútíðar dám við sínum teknisøgu-líknandi myndum. Allar opnurnar í bókini er myndprýddar.

Kom og lúr inn í heimin undir sjónum!

Visti tú, at um fjørukrabbi missir eina bítklógv, veksur hon aftur, men tað ger hon ikki hjá taskukrabba, sum er størsti krabbi undir Føroyum og kann viga upp í 7 kilo? Ella at purpurkúvingur kann bora hol í skelina á kræklingi við tunguni á sær, og at fiskaslagið tunga kann sigast at vera havsins kameleónur? Alt hetta og nógv meira stendur at lesa um í bókini Lívið á sjósavni, sum Beinta Johannessen hevur skrivað við góðari hjálp frá starvsfólki á Føroya Sjósavni. Bókin tekur støði í djóra- og plantulívinum á Føroya Sjósavni og gevur eina góða mynd av lívfrøðiliga margfeldinum í havinum kring Føroyar. Bókin er fimta bókin í røðini um djóralív í Føroyum. Hinar bøkurnar eru Sjófuglur í Føroyum (2011), Heiðafuglur í Føroyum (2011), Smáfuglur í Føroyum (2012) og Firvaldur í Føroyum (2012).

Fantastiskar fotomyndir

Fantastisku flottu fotomyndirnar í bókini eigur Hans Eli Sivertsen, sum arbeiðir á Føroya Sjósavni, har tær allarflestu myndirnar eisini eru tiknar. Hans Eli kallar seg sjálvan ein glaðan amatør, men tað er als ikki nakað, sum sæst aftur í ótrúligu myndunum í bókini. Hans Eli hevur millum annað eisini skrýtt hinar faktabøkurnar í røðini og givið út megnarverkið um firvaldar í Føroyum saman við Jens Kjeld Jensen.

Til sjálvlestur ella upplestur

Torkils døtur og Lívið á sjósavni eru báðar partur av Krabbabókunum, sum í ár hava fimm ár á baki. Krabbabøkur eru lættlisnar bøkur, ið eru ætlaðar at stimbra lesingina hjá barninum. Tó eru báðar bøkurnar hóskandi at lesa fyri bønum. Meðan Lívið á sjósavni vendir sær til børn í øllum aldri og forvitin vaksin við, er Torkils døtur meira hóskandi fyri børn í skúlaaldri.

Krabbabøkurnar eru eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og NÁM.