Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fara nú undir at prosjektera eldrabústaðir

- Vit hava lovað at raðfesta eldraøkið høgt komandi valskeiðið. Talan er um fleiri átøk, har vit fara at samskipa tænastur og dagføra ellisheim, bústovnar og at gera heimatænastuna enn betri. Tað er neyðugt at útvega fleiri umlættingarpláss, eins og at lætta um hjá avvarðandi at røkarkrevjandi eldri, ið búgva heima.

- Okkara eldru hava tørv á fjølbroyttum bústaðarloysnum. Sum vit hava sagt áður, so kann valmøguleikin aldri bara vera at velja millum eini stór sethús ella eitt pláss á røktarheimi. Tað mugu finnast fleiri aðrar loysnir.

- Tí fara vit nú undir at kanna tørvin á ymsum sløgum av íbúðum, á vardum bústøðum, umlættingarplássum og røktarheimsplássum.

- Vit fara tí á komandi býráðsfundi hóskvøldið at skjóta upp at seta 3,5 miljónir av til at kanna tørvin og at prosjektera nýggjar bústaðir til eldri, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.