Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Farið verður nú undir at bjóða Marknagilsdepilin út

Tíðindaskriv:

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø hevur góðkent, at Landsverk fer at lýsa eftir áhugaðum arbeiðstakarum, sum skulu verða undangóðkendir fyri at sleppa at bjóða uppá verkætlanina.

Landsstýrismaðurin hevur havt fundir við bygginevndina, Landsverk og nevndina í Føroya Handverksmeistarafelag um m.a. útbjóðingarhátt, tíðar- og fíggjarætlan. Partarnir eru samdir um treytirnar fyri útbjóðingini, sum skulu vera við til at tryggja, at føroyskar fyritøkur hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram. Talan verða um 8 stórarbeiðstøkur, umframt nakrar byggiharraveitingar.

Eftir ætlan verður farið undir at byggja skúladepilin á vári 2012. Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Tórshavn.

Samlaðu byggiútreiðslurnar eru í verklagslógini ásettar at vera í mesta lagi 391 mió. kr., harafturat verður roknað við 60 mió. kr. til útgerð og innbúgv. Útreiðslurnar til og við 2010 vóru 29 mió. kr. Eftir fyribils kostnaðarætlanini verður játtanartørvurin komandi árini hesin. Sí viðhefta talvu.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 eru settar av 55 mió. kr., umframt 20 mió. kr., sum ikki eru brúktar í 2011. Sostatt verða 75 mió. kr. tøkar til verkætlanina í 2012. Sambært Landsverk er henda upphædd hóskandi til ætlaða byggivirksemið í 2012.

Ætlandi verður skúladepilin liðugt bygdur í 2015, soleiðis at skúlin við innbúgvi kann vera liðugur á vári 2016.

Landsstýrismaðurin er fegin um, at tað loksins verður farið undir hesa verkætlan og vónar, at arbeiðið fer at ganga væl. “Tí talan er um stóra íløgu í framtíðina til frama fyri ungdómin og samfelagið sum heild. Íløgan er eisini ein kærkomin avbjóðing hjá vinnuni,” sigur landsstýrismaðurin.