Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Faroe Business Report 2015: árgangur tíggju

Einasta tíðarrit av sínum slag, Faroe Business Report, gevur útlendingum eina heildarmynd av føroyskum vinnulívi, í ár fyri 10. ferð — og tað skal gerast vart við hetta á Vága Floghavn í heyst.

Tíðindaskriv

Tað árliga tíðarritið um føroyskt vinnulív, Faroe Business Report, er útkomið fyri 10. ferð á prenti og í talgildum formi. Blaðið er 100 síður og inniheldur 35 “profilgreinar” um fyritøkur og stovnar umframt aðrar viðkomandi greinar. Búi Tyril, ritstjóri og útgevari, hevur skrivað tað mesta av tilfarinum, meðan Quentin Bates, Eilif Gaard, Torfinnur Jákupsson og Matthew Workman eiga hvør sína grein. Flestu myndirnar eigur Maria Olsen, ið er partur av ritstjórnini og útgávutoyminum.

Millum søgurnar á hesum sinni:

• Útflutningurin av fiskavørum setti nýtt met í farna ári og kom í virði upp á tilsamans 6,34 milliardir krónur, í stóran mun orsakað av framhaldandi viðgongd í alivunnuni og uppisjóvarvinnuni. 

• Munandi framstig hendu fyri Føroyar í uttanríkisviðurskiftum og uttanríkishandli, herundir loysn á trætuni við ES og Noreg um makrelin.  

• Fríhandilsavtala varð fyri fyrstu ferð undirskrivað millum Føroyar og Turkaland, og føroyingar vænta at líknandi avtalur verða gjørdar við onnur lond áðrenn langt um líður. 

• Føroyar fingu í serligari ST nevnd viðhald í kravi um størri sjóøki norðan fyri 200-fjórðinga markið, sum merkir at minst 27.000 ferkilometrar verða lagdir aftur at tí føroyska økinum. 

• Tann samlaða verkætlanin við leinging av flogvøllinum og uppstiging annars av Vága Floghavn varð gjøgnumførd við upplatingini av tí nýggja terminalinum, og hevur eina positiva ávirkan á ferðavinnuna. 

• Aftan á íløgurnar hjá Skansi Offshore í fimm nýmótast PSV skip (platform supply vessels) er túrurin komin til Thor og teirra nýggja flota av framkomnum SSV skipum (seismic support vessels), og hetta er við til at styrkja frálands orkuvinnuna og handilssjóvinnuna hjá føroyingum.

“Faroe Business Report er ætlað sum PR fyri Føroyar, serliga í business-to-business høpi men eisini í breiðari merking,” sigur Búi Tyril. “Hetta snýr seg um at byggja upp frásøgnina um Føroyar sum útflutningsland og tænastudepil og seta tingini í hóskandi samanhangir sum geva meining fyri lesaran, og tað inniber ikki minst at leggja fram álítandi og týðiliga kunning. Yvirhøvur viðgera og greina vit eisini spurningar av týdningi í mun til vinnulívið og vinnuumhvørvið, serliga fyri útlendingar við vinnuligum áhuga fyri Føroyum.”

Í sambandi við 10-ára haldið er ætlanin seinni í ár at skipa fyri kunningartiltaki í ferðafólka terminalinum í Vágum, upplýsir ritstjórin.

“Vit eru so mikið stolt av at Faroe Business Report nú kom út fyri 10. ferð at vit vilja gera eitt sindur burtur úr tí,” sigur hann. “Tí fara vit í heyst, í samstarvi við Vága Floghavn, at skipa fyri serligari kunningarviku har fólk fáa høvi til at fáa ymiskt áhugavert at vita um blaðið.”

Tætt samstarv er millum útgávutoymið og Vága Floghavn, har tíðarritið tey seinnu árini hevur verið tøkt fyri tey sum koma og fara um flogvøllin, umframt at verða útbreitt aðrar vegir, m.a. í lounge’um á fleiri norðurlendskum flogvallum. Harafturat er blaðið tøkt á internetinum umvegis www.FaroeBusinessReport.com.