Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Faroe Ship Føroyar í Runavík

Tíðindaskriv: 

Bygningurin á havnarlagnum í Runavík, har sum Beta, Landingarmiðstøðin og Fresh Link áður hava hildið til, er nú liðugt umvældur eftir stórskaða, sum rakti hann í einari ódn fyri góðum ári síðani. Runavíkar kommuna eigur húsið, og er tað nú dagført úr enda í annan.

Eftir at húsini vóru lýst til leigu, hevur áhugin verið stórur fyri teimum. Áherðslan var, at komandi virksemið í mest møguligan mun skuldi vaksa um virkisstigið við Runavíkar havn.

Í mong ár, í áratíggju, hevði Skipafelagið Føroyar avgreiðslu og regluligan farmaflutning til og frá Runavíkar havn. Tá rákið í flutninginum til og frá Føroyum í stóran mun varð miðsavnað í høvuðsstaðnum, riggaði Skipafelagið Føroyar av í Runavík um túsundáraskiftið.

Tíðliga ímorgun bar til at staðfesta, at sama felag, nú undir heitinum Faroe Ship Føroyar, hevur ætlanir um at byrja virksemi av nýggjum við Runavíkar havn. Tey bæði Jóhanna á Bergi, stjóri, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri, skrivaðu kl. 9 undir ein leigusáttmála, ið hevur við sær, at flutningsfelagið frameftir leigar framleiðsluhúsið á matr. no. 219e, Glyvra bygd, frá Runavíkar kommunu.

Hvussu Faroe Ship Føroyar fer at skipa seg í økinum, er teirra lutur at gera greiði fyri, men hiðani fegnast vit um, at tað nú røkist fyri, at skipaður farmaflutningur aftur verður til og frá Runavíkar havn. Vit ynskja Faroe Ship Føroyar blíðan byr í ókomnum døgum - í væntanini um gott samstarv.

Runavíkar kommuna & Runavíkar havn