Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Faroese - An Overview and Reference Grammar

er komin í nýggjari útgávu. Bókin gevur eitt yvirlit yvir føroyskt og er ein tilvísingarmállæra fyri nútíðarføroyskt, og hon er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri føroyskum máli.

Tíðindaskriv - Nýggj útgáva frá Fróðskapi:

Onnur útgáva av teirri enskskrivaðu mállæruni um føroyskt Faroese - An Overview and Reference Grammar er nú útkomin. Tað var í 2004, at henda bókin kom út á fyrsta sinni, men hon hevur verið útseld eina tíð. Rithøvundar eru Höskuldur Þráinsson, professari í íslendskum við Háskóla Íslands, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris S. Hansen, sum eru málgranskarar á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Bókin er 508 s. og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 300 kr.

Tað nýggja í hesi aðru útgávu er ein dagførdur tilvísingarlisti, sum er skoyttur upp í listan frá fyrru útgávuni. Hesin listin inniheldur eisini tilvísingar til bøkur og greinar, sum ikki beinleiðis verða brúktar í bókini. Tað merkir, at her er allar tær bókmentirnar skrásettar, sum kunnu hava áhuga hjá fólki, sum vilja kunna seg um føroyskt mál. Og tað er sera hent at hava allar hesar tilvísingarnar savnaðar á einum stað. Teksturin í aðru útgávu er annars óbroyttur samanborin við fyrru útgávuna, tó eru villur rættaðar.

Bókin gevur eitt yvirlit yvir føroyskt og er ein tilvísingarmállæra fyri nútíðarføroyskt, og hon er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri føroyskum máli: studentum, mállærarum, granskarum við áhuga fyri føroyskum máli og sambandinum við onnur skyld mál. Við sínum stívliga 500 síðum viðger hon allar partar av føroyskum, bæði úr søguligum og samtíðarligum sjónarmiðum: ljóðfrøði, ljóðskipanarfrøði, bendingarlæru, setningsbygnað, málføri, málbroytingar, fremmanda ávirkan á føroyskt og málpolitikk.

Av tí at málbólkurin er so stórur, krevst ikki nøkur serlig ástøðilig málfrøðilig vitan fyri at kunna lesa bókina. Hon er í roynd og veru ein lýsing av føroyskum, soleiðis sum tað verður talað í dag. Summir partar eru serliga ætlaðir studentum, sum vilja læra seg føroyskt, t.d. ljóðparturin, bendingarlæran og fyrisetingar. Aðrir partar eru serliga ætlaðir teimum, sum hava áhuga fyri gomlum og nútíðar norðurlendskum málum, t.d. parturin um søguna hjá føroyskum. Uppaftur aðrir partar kunnu hava áhuga hjá málførisgranskarum og ástøðiliga áhugaðum málfrøðingum, t.d. parturin um málføri og setningsbygnað.

Bókin byggir í ein vissan mun á, at lesarin kennir nakað til onnur norðurlandamál og at hann hevur ein vissan kunnleika um norrønt og íslendskt, tí eru nógvar tilvísingar til norrønt og nútíðar íslendskt, men eisini til danskt, svenskt og norskt.

Útgevarar eru forlagið Fróðskapur og Hugvísindastofnun Háskóla Íslands. Stuðlað útgávuni hava Faroe Petroleum, Mentanargrunnur landsins, Málvísindastofnun Háskóla Íslands og NORMS (Nordic Centre of Excellence in Microcomparative Syntax).

http://www.setur.fo/tidindi/faroese-an-overview-and-reference-grammar-komin-ut-i-nyggjari-utgavu/

----

Nú riggar at keypa Oyggjatíðindi á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html