Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FCK-venjarar vitja Kommunuskúla

Hósdagin og fríggjadagin 21-22. februar hevur fótbóltsflokkurin hjá Tórshavnar Kommunuskúla, 9F, forkunnuga vitjan. Talan er um Dennis Simonsen og Magnus Bistrup, sum báðir eru eru ungdómsvenjarar hjá FCK. Tað er Jan Dam, ið er fyrrverandi starvsfelagi teirra, ið hevur fingið hesa forvitnisligu vitjan í lag.

Leygardagin skulu FCK venjararnir hava skeið við føroyskum fótbóltsvenjarum í Gundadali.

Les meira á: http://kommunuskulin.fo/forsida.html