Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fekk eina ófrættakenda kinesiska kenslu

Skrivar Øssur Winthereig, og vísir í bloggi, til fýra journalistar, sum sita í rættinum, bara fyri at hava gjørt sína skyldu. Teir hava skuldsett Jørgen Niclasen, fyri at snýta í tolli, uttan eitt einasta prógv. Her á blaðnum kenna vit eina uppaftur meira ræðandi kinesiska mynd, tá valdið var í móti einum einsamøllum journalisti í fleiri umførum. Hesin bardist bara fyri pressifrælsinum, m.a. rættinum til at endurgeva navngivnar keldur, men tá sótu 40 aðrir journalistar og tagdu tá dómarnir regnaðu omanyvir hendan journalistin. 

Dan Klein, journalistur, greinar

Øssur Winthereig: "Sat við eini løgnari kenslu í Landsrættinum í dag (í gjár)...

Eina løtu fekk eg eina ófrættakenda kinesiska kenslu. Valdið móti fýra journalistum, tí teir høvdu gjørt sína skyldu: roynt at lýst, hvussu ein landsstýrismaður í fíggjarmálum hevði eina fortíð, har hann hevði latið vørur um diskin uttan at gjalda toll.

Gamaní fyri nógvum árum síðani..."

...Her er so aftur ein journalistur, sum ikki hevur minstu hóming av hvussu heimurin er skrúvaður saman. Tað er framvegis ikki loyvt, at skuldseta Jørgen Niclasen, fyri tollsvik, og taka skuldsetingina uppaftur og uppaftur, uttan at kunna veita prógv fyri pástandinum.

Tað vistu hasir fýra journalistarnir, longu við at lesa innlitsskjølini í málinum. Har fingu tey greinar úr Oyggjatíðindum, sum longu í 1997, skrivaði, at fútin hevði kannað málið, og hevði avgjørt ikki at rættarsøkja Jørgen Niclasen fyri brot á lógina.

Ongastaðnar hava journalistarnir heldur prógvað, at Jørgen Niclasen, ella fyritøkan hjá pápanum hevði fingið at vita, at tollkreditturin var uppsagdur, og tá ein fyritøka hevði kreditt, so var tað vanligt at útflýggja vørur.

Omaná hetta, og áðrenn Jørgen Niclasen, verður meldaður, hevði skattavaldið sett krav í móti Skipafelagnum, sum avgreiddi rokningina, og sostatt var onki meira at koma eftir. Málið var tá endaliga avgreitt. Skipafelagið hevði evstu ábyrgdina av tí, sum fór út av goymsluni.

Eg veit um eina uppaftur meira ræðandi kinesiska mynd, tá valdið var í móti einum einsamøllum journalisti í fleiri umførum. Hesin bardist bara fyri pressifrælsinum, m.a. rættinum til at endurgeva navngivnar keldur, men tá sótu 40 aðrir journalistar og tagdu tá dómarnir regnaðu omanyvir hendan journalistin.

Nú gráta fýra av teimum fjøruti eftir hjálp.