Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagið Samskifti hevur misskilt okkurt, tí Brúkaraumboðið kunnar framvegis ókeypis

Í vikuni hevur skriv frá felagnum Samskifti verið at sæð í fjølmiðlunum og heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum við áskoðan um, at Brúkaraumboðið eigur at kunna ókeypis.

Eg meti, at skrivið gevur almenninginum ta fatan, at Brúkaraumboðið ikki kunnar ókeypis og leggur upp til, at Brúkaraumboðið fær sær eyka inntøkur við at halda skeið. Tá hetta ikki er so, er neyðugt við viðmerkingum til skrivið.

Samanumtikið er Brúkaraumboðið bilsið av áskoðanini hjá felagnum Samskifti. Um Brúkaraumboðið skal bjóða skeið ókeypis, sum felagið Samskifti ynskir, er hetta kappingaravlagandi fyri onnur, ið bjóða skeið út. Aðrir skeiðsútbjóðarar og ráðgevar um marknaðarføringsrætt taka neyvan undir við ynskinum hjá felagnum Samskifti.

Kunning um marknaðarføringsrætt:
Uppgávan hjá Brúkaraumboðnum er at umsita lóg um marknaðarføring og hava eftirlit við, at lóg um marknaðarføring verður hildin. Í hesum arbeiði síggi eg tað sum ein týdningarmiklan lut at kunna um bæði, hvussu vinnurekandi eru røttu megin marknaðarføringslógina og hvørji rættindi brúkarar hava. Brúkaraumboðið hevur vegleiðingarskyldu sum aðrar almennir stovnar, men lat okkum staðfesta beinanvegin, at Brúkaraumboðið er eitt eftirlit og ikki ráðgevi á økinum.

Munur er á kunning og ráðgeving. Ráðgeving um marknaðarføringsrætt er ein tænasta, ið vinnurekandi veita.

Tá Brúkaraumboðið kunnar um marknaðarføringsrætt er talan um fyribyrgjandi arbeiði, ið fyribyrgir brot á lógina. Fyribyrgjandi arbeiðið er til fyrimuns fyri bæði vinnu, brúkara og Brúkaraumboðið.

Tí verður hetta arbeiðið raðfest ovarlaga í arbeiðinum hjá stovninum. Av upplýsandi tiltøkum kunnu m.a. nevnast undirvísing á skúlum, kunningarfundir hjá áhugabólkum/vinnubólkum, í morgunsendingini í Úf, vinnurekandi fáa ókeypis forhandarmetingar, gerð av og kunning um leiðreglur fyri vinnuna, upplýsingar um ymisk brúkaraviðurskifti á heimasíðu, umframt at bæði vinnurekandi og brúkarar leita sær ítøkiliga vegleiðing hjá Brúkaraumboðnum.

Sum dømi um ókeypis kunning kann eg nevna, at Vinnuhúsið í august mánaða heitti á Brúkaraumboðið um at hava kunnandi fund um ávíst evni. Hetta varð játtað og sjálvandi ókeypis.

Øll kunning og vegleiðing frá Brúkaraumboðnum er vanliga uttan, at gjald verður kravt.

Eyka fígging:
Felagið Samskifti skrivar, at kostnaðurin fyri skeiðið tykist at vera ein øðrvísi háttur hjá Brúkaraumboðnum at útvega sær eyka pening til sítt virksemi. Hetta er ein misskiljing.

Talan er í hesum føri um eina eyka veiting frá Brúkaraumboðnum har uttanhýsis skeiðshaldari úr Danmark heldur skeið. Orsøkin til, at man hevur valt í hesum føri at skipa fyri tílíkum skeiði er, at evnið er aktuelt og breitt. Brúkaraumboðið er sum nevnt eitt eftirlit og tí verður mett tað vera til fyrimuns hjá vinnuni at hoyra eina aðra áskoðan enn tí hjá Brúkaraumboðnum um, hvussu vinnurekandi kunnu marknaðarføra røttu megin marknaðarføringslógina, tí talan er um meira enn ein rættan hátt.

Skeiðsgjaldið fyri ein dag er kr. 4.200 uttan mvg og kr. 5.250 íroknað mvg. Hesin peningur skal brúkast til útreiðslur til skeiðshaldara, skeiðstilfar, kost til luttakarar, høli, ferðakostnað til skeiðshaldara, gisting og marknaðarføring.

Ætlanin hevur ongantíð verið at hava eitt yvirskot av skeiðinum, men at skeiðið skal hvíla í sær sjálvum.

Ynskir Vinnuhúsið, at Brúkaraumboðið skal reka kappingaravlagandi virksemi:

Til seinast er at viðmerkja, at Brúkaraumboðið sum nevnt eri nakað bilsið av áskoðanini hjá felagnum Samskifti , ið er partur av Vinnuhúsinum.

Um Brúkaraumboðið skal bjóða skeið ókeypis ella fyri undirprís, er hetta kappingaravlagandi fyri vinnuliga virksemið. Vit skulu ikki so nógv ár aftur, at hetta júst var trupulleikin við trygdarskeiðum til sjófólk. Tað almenna bjóðaði bíligari skeið enn privata vinnan og var tískil mett kappingaravlagandi.

Sum eg skilji skrivið frá felagnum Samskifti í Vinnuhúsinum, ynskir felagið nú tað m.a. eru teirra limir, ið skulu gjalda fyri eitt skeið, sum stendur teimum í boði at luttaka í, at Brúkaraumboðið bjóðar skeið til ein prís, ið ikki svarar til kostnaðin av at halda skeiðið. Hetta eru nýggir tónar úr Vinnuhúsinum.

Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat aðrir limir í Vinnuhúsinum halda um hesi ynski, serliga teir limir, ið verða raktir av einari slíkari avlagandi kapping, tí illa ber til at blása og hava mjøl í munninum.

Tórshavn, tann 8. januar 2015

Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð