Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd

Felagið Trolbátar mótmælir makrelpolitikkinum

Tíðindaskriv frá felagnum Trolbátar:

Á fundi í Runavík fríggjadagin, umrøddu vit seinasta útkast til makrelfiskiskapin fyri 2012, og kundu vit staðfesta, at bólkurin sum vit eru í, hevur verið fyri vanbýti so tað stendur eftir.

Hesir bátar eru allir fíggjaðir í Føroyum, og eru enn á Føroyskum hondum, men orsaka av tí sera vánaliga fiskiskapinum seinastu árini, er støðan hjá flestu bátunum sera hættislig, ja so vánalig, at vandi er fyri at flestu bátarnir fara undir hamaran. Hesir bátar geva umleið 50 arbeiðspláss á sjónum, og landa allan fisk ígjøgnum Fiskamarknaðin, so at øll tey minnu fiskavirkini hava møguleikan at keypa fiskin frá okkum, og gera tað eisini.

Eftir seinasta uppskotinum frá Fiskimálaráðnum stendur at: Loyvt er bert at skifta veiðumakkara, eftir at veiðan er landað, og er hetta eitt haft um beinini hjá hesum smáu bátunum, ið bert lasta uml. 30-40 tons.

Við tað, at allur okkara fiskur, saman við útróðrarfiski og fiski frá línubátunum, fer um uppboðsøluna, ja so syrgja hesi skip og bátar fyri, at príslegan hjá okkum er á einum rímuligum støði. Helst eini 30 prosent hægri enn hon vildi verið, um bert 2 ella 3 virkir skuldu tikið allan fiskin.

Hettar skapar aftur arbeiði til tey smáu virkini, og gevur hettar eisini arbeiði úti um landið. Haraftrat geva bátarnir arbeiði til maskinverkstøð, handlar, og m.a..

Tá makrelurin yvurtekur okkara sjóøki, tekur hann æti frá hinum stovnunum, og etur yngli sum skal vaksa, so at seinastu 3 árini hevur botnfiskaríið, verið fyri stórum falli. Tá nú kvotan av makreli er sett til 148.375 tons, ja so ganga vit út frá at vit eiga okkara ríkiliga part av hesum tilfangi.

Tíverri sær tað út til, útfrá seinasta útspælinum frá fiskimálaráðharranum, at vit bert fáa molarnar, meðan føroyskir kvotabarónar og útlenskt fíggjaði feløg, eins og jonglørar, ið eru komnir inn ígjøgnum bakdyrnar, fara avstað við bróðurpartinum av hesum tilfeingið.

Skip, ið sigla fullfermd inn bæði av fjar- og nærleiðum skullu hava stóra kvotu, skip ið hava tiggjutals milliónir í yvurskoti og fiska av umbýtiskvotum av okkara grunnum fáa eisini kvotu í posa og sekk. Skip ið ikki eru til, fáa kvotu, skip við 1 fiskidegi stóra kvotu, skip úr stillahavinum við risakvotum skullu eisini uppí part og so framvegis.

Tað koma tvey nýggj skip til Suðuroyðar í kvøld, og ein lítil fuglur hevur sungið um, at teir hava fingið gullaksaloyvi aftrat øllum hinum loyvunum, ja onkur kann.

Í Føroyum hevur verið vanligt, tá ein var við snøri, at man býtti so kristiligt sum gjørligt, men her er vend í holuni, moralurin er á einum so lágum støði, at tað meira minnir um anarki.

Um tað skal verða lív laga fyri eini fjølbroyttari vinnu, og arbeiði til so mong sum gjørligt, ja so skullu aðrir bollar í suppuna. Tað kann ikki verða meiningin, at bert nakrir útvaldir skulu fáa lut í makrelinum, og harvið sleppa at yvirliva í fiskivinnuni.

Vegna

Felagið Trolbátar

Theodor Poulsen