Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felags heimasíðan boðin út

Nú ber til hjá veitarum at bjóða seg fram at gera og reka felags heimasíðuna hjá Føroya landsstýri. Nýggja felags heimasíðan hjá Føroya landsstýri er í dag boðin út á keypsportalinum hjá Gjaldstovuni.

Stjórnarráðini hjá Føroya landsstýri hava ymsar heimasíðuskipanir. Nøkur stjórnarráð hava samstarvað um heimasíðuskipan, men annars hevur eingin miðsavnað loysn ella samstarv verið um heimasíður.

Leiðslurnar á stjórnarráðunum hava tikið støðu til, at øll stjórnarráðini skulu hava eina miðsavnaða heimasíðuloysn. Felagssíðan skal, eins og verandi heimasíður hjá stjórnarráðunum, kunna um virksemi og arbeiðsøki hjá landsstýrinum og landsfyrisitingini.

Málið er, at landsstýrið við nýggju heimasíðuni fær ein felags pall og andlit úteftir. Hesin leistur er kendur frá grannalondum okkara, sí t.d. www.regjeringen.no, www.stjornarrad.is ella www.regeringen.se