Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felags niðurstøða um sosialar miðlar

Brúkarar av sosialum miðlum skulu hava møguleika at verða vardir fyri lýsingum, sum aðrir brúkarir eftir áheitan deila á t.d. Facebook. Marknaðarføringarlógin er eisini galdandi fyri sosialum miðlum. Hetta verður staðfest av teimum norðurlendsku brúkaraumboðsmonnunum við felags niðurstøðu, sum vendir sær til vinnurekandi, sum nýta sosialar miðlar til marknaðarføring.

Brúkaraumboðsmenninir í Svøríki, Danmark, Norra, Finland, Ísland og Føroyum hava gjørt eina felagskanning, har ið kannað verður, hvussu vinnurekandi fremja marknaðarføring á teimum sosialu miðlunum. Endamálið hevur verið at geva vinnurekandi, sum nýta marknaðarføring á sosialu miðlunum greiðar leiðreglur, um hvat er galdandi.

Nú eru brúkaraumboðsmenninir vorðnir samdir um eina felagstulking av reglunum. Í niðurstøðuni verður greitt frá m.a. reglunum fyri at senda elektroniskar áheitanir um marknaðarføring til brúkarar á netinum. Sambært marknaðarføringarlógini er tað forboðið uttan loyvi at senda óumbidnar áheitanir við elektroniskum posti t.d. teldupost og sms. Aðrar elektroniskar áheitanir skal verða møguligt at velja frá.

Brúkaraumboðsmenninir staðfesta, at reglurnar í marknaðarføringarlógini eisini eru galdandi, tá ið vinnurekandi marknaðarføra seg á sosialum miðlum. Fyri nakrar fráboðanir t.d. á Facebook verður kravt samtykki frammanundan. Fyri aðrar fráboðanir krevst tað, at brúkarin kann frábiðja sær fleiri lýsingar frá tí vinnurekandi.

Við tí núverandi tulking, kann tann vinnurekandi sleppa undan flest trupulleikum, við at lata verða við at geva virðislønir til brúkarar, við at spjaða lýsingar til aðrar brúkarar.

Í felags niðurstøðuni verður lagdur dentur á, at tað týðuliga skal framganga, at tað er talan um eina lýsing. Í dag er lógin greið, tá ið talan er um lýsingaridentifikatión í redaktionellum miðlum, og munur skal ikki gerast við teimum sosialu miðlunum.

Við kanningini hevur verið serliga lagdur dentur á marknaðarføring, sum er vend beinleiðis mótvegis børnum og ungum. Lógin setur krøv til lýsingar, sum venda sær mótvegis børnum og ungum, og tað verður nú staðfest, at hesar reglur eru eisini galdandi fyri sosialar miðlar. Av serligum týdningi er kravið um, at vinnurekandi ikki beinleiðis senda keypsáheitanir til børn.

Brúkaraumboðsmenninir vilja eisini halda áfram við at samtala um Facebook, fyri at fáa greiðu á, hvussu Facebook kann verða við til, at vinnurekandi fáa lættari við at marknaðarføra seg á lógligan hátt. Viðheft er niðurstøðan hjá norðurlendsku Brúkaraumboðsmonnum.

Brúkaraumboðið í Føroyum

Andrass Holm Arge, brúkaraumboð.

Vágur, tann 7. mai 2012.