Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagsskapurin fyri norðurlendsku almennu bústaðarfeløgini, NBO, fund í Føroyum

NBO, sum er felagsskapur fyri norðurlendsk almenn bústaðarfeløg, vitjar í hesum døgum í Føroyum og fer m.a. at hava sín árliga aðalfund í morgin.

Í hesum sambandi hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hitt umboðini í NBO, har hon fekk høvi at greiða frá føroyska bústaðarpolitikkinum.

NBO er ein felagsskapur við átta samvinnu- og almenngagnligum bústaðarfeløgum úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra og Svøríki, og limirnir í NBO umboða tilsamans 2,4 milliónir bústaðir.

Tað er danska BL, Boligselskabernes Landsorganisation, sum er vertur fyri aðalfundin. BL er umboð hjá Bústøðum í NBO. Fundurin verður hildin í Føroyum, so umboðini fáa høvi at hoyra um gongdina á bústaðarmarknaðinum í Føroyum seinastu árini. 

Leiðslurnar hjá bústaðarfeløgunum í øllum Norðurlondunum eru við á vitjanini, og telur sendinevndin 18 fólk.

Á ferðini verður m.a. vitjað í Leirvík, har umboðini hava sæð eitt nú byggjarí hjá Bústøðum, eins og vitjað hevur verið við Gjógv og í Kirkjubø