Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fer internetið at taka interrósið av døgum?

Í farnu viku vunnu føringar fótbóltsdysti á útivølli í Piræus. Hesin sigurin var líka so markantur sum sigurin í Landskrona í 1990. Men í hesum skjótt 25 ára tíðarbili millum hesar dystir, er nógv hent, skrivaði Credo í blaðnum 18. november 2014.

Føroyar fóru á heysin í 1992, Grikkaland í 2010. Í 1990 vóru fartelefonir ikki í hvørjum lumma og alnótin var ikki komin. Vit fingu onga upprudding aftaná fýrsini og heldur ikki í hálvfemsunum, og ein høvuðstreytin var ónýtiliga pressan.

Um nakar talaði ímóti maktini, kostaði hetta og kendir eru teir dómar, sum vórðu feldir yvir boðberan. Teir skutu blaðstjóran, hóast hesin einki annað gjørdi, enn at endurgeva navngivnar keldur. Nøkur ár seinni kom út ein bók, har tveir av interrossunum í Svf, royndu at seta seg sjálvar í støðu blaðstjórans. Væl legitimeraðir av einari gølu, teir høvdu tikið úr blaðnum, um ein navnframan bókhaldara á Viðareiði.

Tá ið einstaklingurin í tílíkari tíðindaskipan ongan týdning hevur, verður øll skipanin sum ein stórur klumpur, og interrósið verður teirra hægsta stig, sjálvt um tað fyri tað mesta peikar niðureftir. Dømini eru nógv, og tað mest margháttliga var endin á gomlu Dimmu, sum nú er endurstovnað við sama “kulturi” á redaktiónini.

Tað er ikki av ongum at USA vil hava fatur á Edward Snowden og Julian Assange, tí hesir hava veruliga sett lívið í vága, fyri at vísa heiminum nakað sum er farið av sporinum. Og ikki minst hvussu groft hetta er. Interrósið her heima spæla at tey hava ein Snowden, sum brúkti 16 ár um eina tollgølu úr hinum ártúsindinum.

Men whistleblowing er ikki tað sama sum at forfylgja fólki politiskt. Útvarpið tosar um whistleblowing, hóast tað fyrsta sum hendir, tá ið veruligar gølur taka seg upp, tekur útvarpið og klappar í. Larmandi tøgn. Onkuntíð er okkurt kontroversielt sloppið ígjøgnum kl. 8.00 á morgni, men longu kl. 9.00 er tøgn, tí tá er sensururin komin til arbeiðis. Og sensurur í Sortudíki, hevur einki við whistleblowing at gera.

Besta dømið var sendingin “fimmarin”, sum bert kundi fáa meiningina hjá útvarpinum í luftina. Tá ið sendingin var vorðin gomul, ringdu bert full fólk og naivir danskarar uttan samband við samfelagið, inn.

Internetið ger tað møguligt hjá fólki at lesa bløðini heima við hús, í Pdf-sniði. Men tú kann eisini sita í Sidney og skriva og lesa og nøkur sekund seinni, verða orðini lisin í Føroyum.

Men livir teksturin ikki upp til krøvini um kvalitet og margfeldni, so dettur alt niður í meiningsleysu interrós karrusellini.

Hetta er tað sum hendir, tá ið støðið er ov lágt og rot kemur í alt rósið.

Veðurhanin í Sortudíki hevur verið í Grønlandi, og teirra trupulleikar mintu um okkara. Ávísir klanir høvdu sett seg á lunnindi og skipanir í landinum. Tí var alt farið í svart.

Men tá ið persónurin nevndi at soleiðis er kanska eisini í Føroyum, var sendingin liðug. Lurtarin fekk einki at vita, um tað veruliga var soleiðis í Føroyum, tó at kritiska pressan langt síðani hevði avdúkað júst somu karrusell-mannagongdir.

Í 1990 vóru vit so mikið hepnir at eysturríkar høvdu verið í býnum kvøldið fyri. Teir vóru vísir í at teirra interrós vann, men dagin eftir var venjari teirra uppsagdur.

Í 2014 taptu grikkar av einari heilt aðrari orsøk. Føringar spældu betri fótbólt enn teir og føroyska liðið var tunað til uppgávuna.

Vit mangla at føroyska samfelagið verður “gearað” líka væl sum landsliðið. Spurningurin er bara um nakar torir at taka leiklutin hjá Lars Olsen yvir á alt samfelagið. Men bleiv tað gjørt, so hevði nógv, sum ikki riggar ídag, borið til.

credo.-