Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferð á bygging av skúladepli

VERKÆTLAN: Arbeiðið við nýggja skúladeplinum við Marknagil gongur væl. Eini 40 mans eru á plássinum, og tað er í høvuðsheitum stoypiarbeiði av fundamentum og betongveggjum, sum er í gongd í løtuni. Somuleiðis er fitt av jørðarbeiði eftir at gera, sum verður gjørt, so hvørt farið verður víðari til tey næstu byggistigini.

Byggingin av nýggja skúladeplinum við Marknagil, har teir tríggir miðnámsskúlarnir, Føroya Studentskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúla, koma undir sama tak og somu leiðslu, gongur eftir ætlan.

Í løtuni er tað í stóran mun jørð- og betongarbeiði, sum tey umleið 40 arbeiðsfólkini á plássinum takast við. Stóra arbeiðið undir jørð er komið væl undir land, og í løtuni verða fundament og veggir stoyptir til niðastu og næstniðastu hædd, sum síðani skal fyllast skal upp ímóti. Tað er í høvuðsheitum fundamentini og veggirnir til blokk A, sum er høvuðsbygningurin, blokk B, ið er ítróttarhøllin og blokk C, har bilverkstaðið til tekniska skúla fer at liggja.

Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum við studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla, er talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Byggingin verður háttað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi.

Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, verður byggingin myndað við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingur alt samdøgurið. Kostnaðarætalnin fyri verkætlanina er 515 mió., íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.