Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðaætlanin hjá SAM tillagað til heimadystirnar hjá KÍ

Eftir ynski frá borgarum á Kalsoynni hava Strandfaraskip Landsins flutt fyrsta túrin seinnapartin leygardag og sunnudag eitt sindur fram, so hann hóskar til fótbóltsdystirnar við Djúpumýru og aðrar ítróttadystir.

Frá 1. apríl 2012, tá ið summarferðaætlanin tekur við, verða túrarnir hjá Sam leygardag og sunnudag kl.14.20 av Klaksvík og av Syðradali kl. 14.40 fluttir fram til at sigla kl. 14.10 av Klaksvík og til kl. 14.30 av Syðradali.

Eisini hava Strandfaraskip Landsins (SSL) gjørt broyting tilsvarandi á bygdaleiðum 506 Trøllanes – Syðradalur, soleiðis at bussurin koyrir í samband við broyttu tíðirnar hjá Sam.

Tað eru borgarar á Kalsoynni, sum hava sett fram ynski um hesa broyting við teirri grundgeving, at verandi túrar liggja ov seint, tá ið fólk skulu til tiltøk i´vikuskiftinum í Klaksvík, har t.d. hondbóltsdystir, flogbóltsdystir og fótbóltsdystir ofta byrja klokkan 15:00.

SSL hevur nú gingið ynskinum á møti, galdandi frá 1. apríl 2012, táið summarferðaætlanin tekur við.