Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober

Aftur í heyst hevur ferðalið úr Føroyum vitjað í Rumenia við hjálp til barnaheim og illa staddar  familjur.

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
gjaranes@gmail.com
Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus 
07.11.2018

Tað er Birgir Andreassen, sum m.a skipar fyri hesum ferðum við egnum stórbussi, sum hann keypti til endamálið fyri fleiri árum síðani. Birgir sigur, at tað er ein stórur fyrimunur at luttakararnir í ferðalagnum eru savnaðir á einum staði, heldur enn at vera býttir  millum fleiri akfør. Tað vóru 9 fólk við í ferðalagnum, og tá komið var til Rumenia vórðu luttakararnir tíggju, tá Rumenski tulkurin, Alina, er taldur við. 

FERÐIN BYRJAR
Leygardagin 20. oktober fór ferðalagið við bussinum úr Kolding í Jyllandi við kós móti Rumenia. Koyrt var ígjøgnum Týskland, Eysturríki og Ungarn áðrenn farið var um markið til Rumenia. Tað er munandi lættari at koma inn í fyrrverandi Eystur-Europa í dag enn tað var fyrr, tá eftirlitið við markið var stirvið og tungt.

BARNAHEIM
Vitjað var á barnaheiminum Bethany, sum liggur í býnum Uricani í landslutinum Hunedoara. Birgir Andreassen hevur javnan vitjað á barnaheiminum seinastu nógvu árini við klæðum og skóm til børnini og starvsfólkini, sum hevur verið savnað inn í Føroyum ígjøgnum farna árið. 

URICANI - FÁTÆKAR FAMILJUR
Í býnum Uricani, har barnaheimið liggur, eru fleiri illa staddar barnaríkar familjur, sum hava brúk fyri nógvari hjálp. Hesar familjur verða vitjaðar og fáa klæðir og skógvar alt eftir sum tørvurin er. Í ávísum førum verður eisini fíggjarlig hjálp givin, har serligur tørvur er fyri tí. Tað er unga kvinnan Alina, sum sjálv er Rumeni og hevur bústað i býnum Uricani, ið er tulkur hjá ferðalagnum. Hon er væl kend millum fólkið í býnum, og tí er hon ein stór hjálp hjá ferðalagnum, tá hon veit hvar tær mest tørvandi familjurnar búgva. 

TÅRGU JIU – VÁNALIGIR SKÚRAR 
Eisini verður vitjað í býnum Tårgu-Jiu, sum liggur í landslutinum Gorj. Har er eitt stórt Zigoynarasamfelag, sum Birgir Andreassen hevur havt gott samband við í fleiri ár. Har verður eisini vitjað við klæðum og aðrari hjálp. Ferðalagið hevur altið serkøna hjálp við, tá vitjað verður í Zigoynarabygdunum, soleiðis at hjálpin verður umsitin á besta hátt. Tað er ikki ov nógv sagt, at fleiri av hesum familjum búgva í “húsum,” sum eru verri enn okkara ringastu skúrar – og tá er talan um stórar barnafamiljur!

ENDAMÁLI - EVANGELIIÐ
Birgir sigur, at høvuðsendamálið við hjálpini er at vísa fólkinum kærleika og umsorgan Kristusar, og saman við hjálpini at tala Guds orð; og møguleikarnir eru óavmarkaðir at tala evangeliið og at biðja fyri fólki. 

Eisini varð ein stór Zigoynarasamkoma vitja í býnum Tårgu Jiu, har ferðalagið luttók í talu og vitnisburði. Har vóru umleið 200 fólk á møti. 

Ferðalagið var aftur í Danmark týskvøldið 02. november; tá hevði túrurin, frá tí farið var úr Danmark og til ferðalagið var aftur, verið í 11 dagar.  

Tað eru onnur føroysk ferðaløg, sum eisini gera hjálparferðir til Rumenia, so sum Andrea Isaksen í Søldarfirði og Absalon Matras úr Klaksvík.