Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnan 2016 - HVØR, HVAT OG NÆR?

Hvat hava føroyskir ferðavinnuveitarar at bjóða uppá í ár? Ferðavinnufelagið skipar fyri einum opnum almennum tiltaki í Klingruni í Norðurlandahúsinum seinnapartin 18. mars frá kl. 13.00 

Tann 18. mars kunnu øll, sum hava áhuga í ferðavinnuni, kunna seg um, hvat ger seg galdandi í føroysku ferðavinnuni komandi árið. Tiltakið vendir sær serliga til teirra, ið eru virkin í ferðavinnuni, men øll, ið hava áhuga í at lýða á, eru vælkomin. Tiltakið er skipað við uppleggum og básum, men tíð er eisini sett av til prát og netverkan.

Ferðavinnufelagið hevur í hesum sambandi eisini boðið íslendsku Björg Árnadóttir, stjóra á Midgard Adventure, at halda ein hugvekjandi fyrilestur fyri føroysku ferðavinnuni. Umframt at koma inn á stóra vøksturin, sum hevur verið í íslendsku ferðavinnuni seinastu árini, fer Björg Árnadóttir at greiða frá gongdini í Midgard Adventure. Hon fer millum annað at tosa um avbjóðingar, svøvnleysar nætur, um stevnumið, framgongd og ikki minst, hvørjar orsøkir, hon heldur liggja til grund fyri, at Midgard Adventure hevur hepnast væl sum fyritøka.

Ferðavinnufelagið endar tiltakið við eini veitslu á Hotel Føroyum, har kostnaðurin verður kr. 350,- fyri hvønn. Vónandi verður hetta byrjanin á eitt gott og gevandi ferðavinnuár.