Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnuhagtøl verða nú innsavnað av Hagstovuni

Ferðaráðið og Hagstovan hava fingið í lag eina avtalu um ferðavinnuhagtøl, ið verður innsavnað av Hagstovuni frá 2013.

”Ferðavinnufelagði hevur í mong ár umbiðið hagtøl fyri ferðavinnuna, og tí eru vit glað fyri, at hendan avtalan er komin í lag”. Soleiðis sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

Í fyrstu syftu snýr tað seg um gistingarhagtøl, men Ferðavinnufelagið væntar, at hesi hagtøl fara eisini at fevna um onnur áhugaverd lyklatøl.

Henny á Líknargøtu sigur: ”Ferðavinnufelagið hevur í nøkur ár víst á hendan trupulleikan, at hagtøl fyri ferðavinnuna ikki eru innsavnaði. Tað er avgerðandi at hava álítandi hagtøl, um ein skal siga nakað um støðuna í vinnuni, menningina og ikki minst avgerðargundarlagið. Groft sagt, so er ein vinna uttan hagtøl ikki serliga høgt mett. Og tað sendur út ein keðiligan boðskap – tí ferðavinnan er og kann gerast alsamt meira fíggjarliga galdandi fyri Føroyar.”

Forkvinnan heldur á fram: ” Vit í Ferðavinnufelagnum hava allatíð mett, at innsavningin av hagtølum fyri ferðavinnuna er ein uppgáva hjá Ferðaráðnum í samstarvi við Hagstovuna, sum við lóg hevur heimild at savna inn hagtøl. Hesi seinastu árini hava vit savnað inn hagtøl uttan at hava heimild til tað. Av hesi orsøk hevur tað verið sera trupult at fingið álítandi hagtøl.

Síðani 2010 hevur Ferðavinnufelagið innsavnað og viðgjørt tøl frá ferðavinnuni fyri árini 2009, 2010 og 2011 og hava givið út tvær ársfrágreiðingar. Vit í Ferðavinnufelagnum eru nøgd við tey úrslit, ið eru innkomin, men dylja ikki fyri at ein ávís óvissa er tengt at uppgerðunum í hesum báðum ársfrágreiðingunum. Mette K. Kibsgaard, ið er samskipari í Ferðavinnufelagnum og hevur ábyrgd av ársfrágreiðingini fyri 2011, vísir tó á, at ferðavinnan hevur víst stóran samstarvsvilja í sambandi við útflýggjanina av teirra tølum. Tey flestu skráseta neyv tøl, men tá ein ikki hevur somu heimild sum Hagstovan til at savnað inn upplýsingar, kann ein ikki seta somu krøv til góðskuna av upplýsingunum.”

Ferðavinnufelagið frøist um, at Hagstovan fer at taka sær av hesi uppgávu. Hetta fer at gera hagtølini meira eftirfarandi og gagnlig fyri ferðavinnuna.