Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hósdagin 28. juni, fór Team Rynkeby Føroyar við Norrønum til Danmarkar haðani tey skulu súkkla longu leiðina til París.

Ferðin til París er byrjað

Hósdagin 28. juni, fór Team Rynkeby Føroyar við Norrønu til Danmarkar, haðani tey skulu súkkla longu leiðina til París.
 
Tey byrjaðu túrin í Klaksvík, har forkvinnan í Krabbameinsfelagnum bar fram røðu. Úr Klaksvík súkklaðu tey út á Toftir og síðani til Havnar. Nógva staðni á vegnum varð nógv gjørt burtur úr, har var skipað fyri hátíðarløtum og súkklarar og hjálparfólk fingu nógv góð orð, og mangan góðan bita, við á leiðini. Komin til Havnar varð móttøka í Perluni har Ragnhild Joensen, sum sjálv hevur havt krabbamein sum smágenta, helt eina røðu.
 
Vit í Krabbameinsfelagnum ynskja tykkum eina góða og stuttliga ferð.
 
Røðan hjá Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelanum kann lesast her: http://www.krabbamein.fo/Files/Billeder/Nýggj%20heimasíða/Team%20Rynkeby%20Føroyar/TRF2018/Talan%20hjá%20Duritu%20í%20samb.%20við%20fráferð%20hjá%20TRF.pdf
 
Røðan hjá Ragnhild Joensen kann lesast her: http://www.krabbamein.fo/Files/Billeder/Nýggj%20heimasíða/Team%20Rynkeby%20Føroyar/TRF2018/Røðan%20hjá%20Ragnhild%20í%20samb.%20við%20fráferð%20hjá%20TRF.pdf