Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skal ferðslan í Steinatúni umskipast í sambandi við at eitt torg verður gjørt við gamla Bank Nordik. 

 Hegnið, sum stendur runt um arbeiðsøkið í Steinatúni, verður flutt longur út á vegin og bussbanin verður sostatt eisini fluttur longur út á vegin. 

 Bilar, sum koma oman eftir Bøkjarbrekku, kunnu nú ikki koyra til vinstru oman eftir Tórsgøtu, meðan arbeiðið fer fram.

 Alt arbeiðið í Steinatún skal verða liðugt til ólavsøku 2016.