Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðslubetringar gjørdar í Suðuroy

FERÐSLUTRYGD: Fyrri parturin av vegnum millum Lopra og Akrar er áður breiðkaður. Nú er restin av teininum, sum er frá skúlanum á Leiti móti Øðrum, eisini breiðkaður og dagførdur. Somuleiðis er bakkaverja gjørd við sjóvarmálan í Fámjin.

Krókuti vegurin millum Lopra og Akrar er nú breiðkaður, soleiðis at bilar kunnu møtast á øllum vegateininum. Teinurin úr Lopra til skúlan á Leiti er áður breiðkaður, og nú eru teir 700 metrarnir, sum restaðu í til bygdina á Øðrum, eisini gjørdir.

Til tess at rætta vegin upp, er bæði breiðkað omanfyri við at taka av bakkanum framvið, og í øðrum lagi fylt út niðanfyri. Somuleiðis eru nýggj gøtuljós sett upp á teininum.

Fleiri aðrar ferðslubetringar eru gjørdar í Suðuroy seinasta árið. Við bygdina Nes í Vági er busslummi gjørdur, so tað er tryggari hjá ferðafólkum at koma til og frá bussinum, eins og hetta hevur gjørt ferðsluna á landsvegnum tryggari.

Í Fámjin er gjørd ein sokallað bakkaverja, so brimið ikki máar meira av fjøruni, har vegurin gongur framvið.

Síðani nýggjur fótbóltsvøllur er komin í Trongisvági, er ferðslan til og frá økinum økt munandi. Landsverk gjørdi tí av at ferðslutryggja vegamótið Trongisvág-Hvalba við at gera tryggari gonguteigar og seta upp ljós við hetta vegamótið, har eisini skúli og ítróttarhøll sum kunnugt liggja.

Stórar ábøtur eru eisini gjørdar í Hvalbiartunlinum. Umframt at loftið er hækkað, eru tvey møtipláss víðkaði, rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp, eins og fartelefonsamband skjótt kemur í tunnilin. Eisini er brúgvin til Nes í Hvalba umvæld í fjør.