Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðsluljósini í Norðdepli óvirkin

FERÐSLA: Tøkniligir trupulleikar eru í løtuni við ferðsluljósunum í Norðdepli, sum merkir, at skipanin ikki er virkin í løtuni. 

Ferðsluljósskipanin í Norðdepli, ið varð sett upp í nítiárunum, er tøkniliga slitin, og tí kann vera torført at útvega eykalutir og fáa gjørt ta umvælingina, sum skal til fyri at tryggja framhaldandi rakstur av skipanini. 

Landsverk arbeiðir tó av øllum alvi fyri at staðfesta trupulleikan og at fáa ferðsluljósini at virka aftur. Tað kann tó koma at taka nakað av tíð, áðrenn skipanin aftur er fingin í rættlag.