Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðsluruðuleiki uttan innkoyringarveg til Tórshavn

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Henrik Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um innkoyringarveg til Tórshavn frá Eysturoyartunlinum, íbinding. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.    Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um innkoyringarveg til Tórshavn frá Eysturoyartunlinum - arbeiðs- og tíðarætlan?

2.    Hvussu stórur verður samlaði tørvurin á íløgujáttan til verkætlanina ella valdu loysnina, býtt uppá Landið og Tórshavnar kommunu? 

3.    Er uppskotið slept um at gera tunnil beinleiðis frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan á Vatnaskarð?

4.    Er í løtuni samskifti og samstarv millum Tórshavnar býráð og Samferðslumálaráðið/   landstýrismannin, um verkætlanina?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at Landsverk hava gjørt eina verkætlan um, hvussu akfør skulu koyra ímillum Tórshavn og Eysturoyartunnilin, sum kemur upp á Hvítanesi.

Nógv ferðsla er til og frá Tórshavn, og ferðslan fer at vaksa enn meira, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. 

Verandi innkoyring til býin er ikki hóskandi til eitt ferðslulop, sum fer at koma, og verður onki gjørt við innkoyringina nú, so er vandi fyri, at tá tunnilin opnar í 2020, so endar ferðslan í einum ruðuleika við longum bíðitíðum, ferðsluóhappum o.a. 

Endamálið við innkoyringarvegnum er at leiða ferðsluna uttan um Havnina og inn til býin við íbindingarvegum, og soleiðis skipa ferðsluna trygt, skjótt og effektivt. 

Ein partur av innkoyringarvegnum er bygdur, tí játtan hevur verið til endamálið í fleiri umførum. Talan er um vegateinin frá Klingruni til Sundsvegin. Játtaðar verða 2,5 mió. kr. til endamálið í 2018. Higartil eru umleið 37,0 mió. kr. brúktar til endamálið. 

Tað verður sagt, at landið skal rinda ella játta umleið 240 mió. kr. í sín part til hesa vegagerð - og Tórshavnar kommuna umleið 40 mió. kr. Hetta eru upphæddir, ið eru fleiri ferðir størri enn tað, sum landið setir av í løtuni og um bara 3 ár verður Eysturoyartunnilin klárur til ferðslu.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í fleiri ár hava landsstýrið og Tórshavnar býráð havt samráðingar um, hvussu ferðslan skal skipast ímillum Havnina og tunnilin, og á heysti 2016 gjørdu býráðið og landsstýrið eina semju um tað. 

Síðan hevur verið frammi onnur ætlan hjá Tórshavnar kommunu um at gera ein tunnil ímillum Hvítanes og niðan á Vatnaskarð.

Tíðin gongur skjótt og Eysturoyartunnilin verður opin fyri ferðslu í 2020 og tann játtanar¬upphædd, sum higartil er sett av til innkoyringarveg til Tórshavn, munar onki. 

Tí er viðkomandi at spyrja og fáa greiðu á, hvat støðan er í hesari verkætlanini og hvørji ítøkilig stig verða tikin fyri at fremja hesa íløguna.

Sambandsflokkurin