Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðslutrygd á breddan millum norðurlond

RÁÐSTEVNA: Fyri góðari viku síðani helt Norðurlendska Vegasambandið ráðstevnu í Føroyum við 30 føroyskum luttakarum, og fyrilestrarhaldarum úr Íslandi, Føroyum, Noregi, Svøríki og Danmark. Evnið hesaferð var ferðslutrygd. 

Tað eru átta ár síðani, at NVF bólkurin “Ferðslutrygd” hevur hildið ráðstevna í Føroyum, meðan aðrir bólkar undir NVF hava hildið ráðstevnur í Føroyum hesi árini. 

NVF er stytting fyri “Nordisk Vegforum”, og talan er um eitt norðurlendskt vinnusamstarv við limum úr bæði almenna og privata geiranum, har Føroyar hava havt sjálvstøðugan limaskap síðani 1975. 

Endamálið við arbeiðinum hjá NVF er at skapa menning innan vegir, vegaferðslu og vegaflutning ígjøgnum samstarv millum fakfólk og avvarðandi myndugleikar í norðurlondum. Hetta verður millum annað gjørt við at deila upplýsningar, vitan og royndir sínamillum.

Evnini á ráðstevnuni vóru millum annað hesi:

- Ferðslutrygdarætlanir á bæði evropiskum, tjóðar og kommunalum støði.

- Ferðslutryggar kommunur, sum er ein norsk skipan, ið við skjalprógvi skal vera við til at tryggja, at kommununar arbeiða miðvíst við ferðslutrygd og upplýsa um ferðslutrygd.

- Gonguteigar, har kanningar av gonguteigum í Noregi og Svøríki vóru lýstir. Eisini vóru sýndar royndir frá, hvussu og hvar til ber at gera tryggar gonguteigar.

- Súkklur og gangandi á somu breyt, har víst varð til kanningar, ið vísa, hvørja ávirkan eitt slíkt tvíbýti hevur á tryggleika, framkomuleika og súkklunýtslu í mun til, um tey gangandi og súkklandi hava hvør sína breyt.

- Hvørja ávirkan sonevndir 2 minus 1 vegir  hava á eitt nú persónskaðar.

- Hvørja ávirkan sjálvvirkandi ferðslueftirlit hevur á ferðslutrygdina. Kanningar úr Noregi og Svøríki vísa, at har sjálvvirkandi eftirlit er, minkar talið av deyðum og illa skaddum við 50 prosentum

Millum luttakararnar á ráðstevnuni var semja um, at slíkar ráðstevnur eru við til at menna fakliga støðið innan ferðslutrygd.

Teir 30 luttakararnir umboðaðu bæði myndugleikar, land, kommunur, politi, Ráðið fyri Ferðslutrygd og ráðgevarar. 

Ráðstevnan, ið Landsverk skipaði fyri, fór fram mikudagin 30. mars, og varð hildin á Hotel Hafnia í Havn.