Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðslutrygdin á Tjørnuvíkarvegnum

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Henrik Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um ferðslutrygdina á Tjørnuvíkarvegnum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi: 

1.    Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at bøta um trygdina á Tjørnuvíkarvegnum, herundir leingja trygdarhegnið fram við vegnum longur suður eftir?

2.    Hvørjar ætlanir eru um at gera verandi møtipláss størri, eitt nú til tunga ferðslu sum bussar?

3.    Hvørja raðfesting hevur ætlaði tunnilin til Tjørnuvíkar í samferðsluætlanini hjá landinum?

4.    Hvørjar fyrireikingar verða gjørdar í sambandi við tunnilsgerð til Tjørnuvíkar?


Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at Tjørnuvíkarvegurin er ein smalur og einbreytaður vegur, úr fjallasíðuni leypir javnan grót ella steinar oman móti vegnum og møtiplássini eru ov lítil - farleiðin kann tí vera ótrygg og vandamikil. Serliga í brattanum oman til Tjørnuvíkar - ella Líðin, sum staðið verður kallað - er vegurin smalur og brattur.

Gjørdar eru ávísar ábøtur á Tjørnuvíkarvegnum seinastu árini við at seta upp trygdarhegn, sum leysa grótið dettur í ella sum verður loftað av trygdarhegninum, og vegurin er breiðkaður við vegakslum, har tað hevur borið til.

Trygdarhegnið, sum varð sett upp í Tjørnuvík á heysti 2007, er 220 metrar langt, 4 metrar høgt og stendur umleið 10 metrar frá vegnum.

Tað hevur kortini víst seg, at tað, sum higartil er gjørt ikki er nóg mikið. Grót dettir framvegis á vegin longri suðuri, har onki trygdarhegn er sett upp. Grót vísir seg av og á at leypa oman á vegin og í ringasta føri á akfør, men tíbetur hevur ongin fólkaskaði staðist av hesum. Á jólum 2016 mundi enda galið, tá grót leyp á ein bil.

Ætlanin er at gera ein tunnil millum Tjørnuvík og Fjøruglyvur, men tær ætlanirnar eru so mikið langt frammi í tíðini, at onnur tiltøk muga setast í verk nú, soleiðis at fólkaskaði ikki stendst á vegastrekkinum.

Ein leyslig meting vísir, at umleið 20.000 ferðandi koyra á hesari farleiðini í tíðarskeiðnum mai-september. Talan er um stórar bussar, leigað akfør til turistar og annars privat akfør. Um veturin við kava og ringum veðrið eru umstøðurnar eisini truplar.

Tí verður neyðugt at leingja trygdarhegnið fram við vegnum suðureftir og gera verju framvið vegnum.

Støðan gerst ikki betri av, at verandi møtiplássini eru ov trong til bussar og nógva ferðslu - tí er eisini neyðugt at gera verandi møtipláss størri.

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at semja er um, at tað er átrokandi at fáa ein tunnil gjørdan til Tjørnuvíkar. Verandi farleið er ikki nóg trygg fyri ferðsluna. 

Landsstýrismaðurin arbeiðir við at fáa sett eitt tunnilshold hjá Landsverk, sum kann arbeiða við at gera tunlar til smærru bygdirnar í Føroyum. Tunnilin til Tjørnuvíkar sigst verða millum teir fyrstu, sum hetta tunnilsholdið skal í gongd við.

Tí er viðkomandi at spyrja og fáa greiðu á, hvør ítøkiliga ætlanin er at gera ábøtur á Tjørnuvíkarvegin og hvørji ítøkilig stig verða tikin fyri at fremja tunnilsætlanina í verki.

Sambandsflokkurin