Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarætlanin fyri 2015 hjá Tórshavnar Kommunu

Fígggjarætlanin fyri 2015 hjá Tórshavnar Kommunu er samtykt. Eitt høvuðstema í hesari fíggjarætlan er trivnaður og framburður, har vit t.d. leggja eldraøkið í tryggar og fastar karmar, nú vit yvirtaka økið 1. januar 2015. Eldraøkið er ein spennandi avbjóðing, har vit fara at fokusera á vælveru og tryggleika hjá tí einstaka.

Vit gera eisini nýggjar íløgur fyri umleið 100 mió.kr., umframt verandi íløgur, sum eru í gongd og nakrar eru við at fara av bakkastokki, eitt nú brúgvin um Sandá. Musikkskúlin er við at verða klárur at bjóða út og Gundadalshøllin er eisini klár at fara av bakkastokki.

Men tað eru stórar nýggjar íløgur fyri framman í Tórshavnar Kommunu, eitt nú er ætlanin at byggja nýggjan Vesturskúla, havna-útbygging, nýggjar útstykkingar í Hoyvík og á Argjum og Svimjihylur. Men alt kann ikki gerast í senn, her er neyðugt við langtíðarætlanum og raðfestingum fyri ikki at skuldarbinda kommununa óneyðugt við nýggjari lántøku.

Nýtt trivnaðartilboð verður til aldursbólkin 14 til 18 ár, við “diskoteki”, dansi, ein aldursbólkur, sum ikki hevur nakað at fara til í frítíðini. Hettar er eitt ynski frá ungdóminum, sum vit hava játtað uml. hálva millión krónur til. Vit raðfesta við hesum ungdómin og okkara framtíð.

Skattaprosentið 2015 verður óbroytt, sjálvt um eg hevði ynskt og havi roynt at gera mína politisku ávirkan á, at kommunuskattaprosentið varð sett niður á t.d. 20%, svarandi til eina minking uppá 0,25%. Barnafrádrátturin verður eisini hin sami uppá 8.000 kr.

Eg havi valt at raðfesta vælferðarøkið høgt, herundir leggja eldraøkið í tryggar karmar, nú hetta skal yvirtakast 1. januar 2015.

Verandi fíggjarætlan 2015 er vorðin til í einari drúgvari politiskari telving og samráðing. Hetta merkir, at nøkur uppskot muga útsetast ella setast í verk seinni.

Eg havi kortini fingið eitt politiskt lyftið í samgonguni um, at kommunuskattaprosentið fyri fíggjarárið 2016 verður lækkað.

Tað er í góðum tíðum, tá vit hava hákonjunktur, at møguleiki er fyri at lækka skattaprosentið og harvið halda aftur við íløgum frá kommunalari síðu.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin