Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarlógaruppskotið 2012 fingið jaliga móttøku í Vinnumálaráðnum

Tað hevur eydnast at halda játtanir til menning av vinnu í næsta ár á sama støði sum í ár, við tað at tað eru gjørdar sparingar í umsitingini. Haldast kann fram við teimum vakstrar- og vinnumenningar ætlanunum, sum farið varð undir í undanfarnu samgongu.

Serliga gleðiligt er, at tað fer at verða møguligt at halda fram við at menna vinnugranskingina bæði innan tað almenna og tað privata. Roknast kann við, at granskarasetrið kann takast í brúk næsta ár, har bæði almennir stovnar og vinnan kunnu hava sítt granskingarvirksemi.

Heldur menningin innan vinnugransking fram og gongst sum ætlað, kann vinnugransking í Føroyum veruliga fara at gera seg galdandi – eisini altjóða. Hetta kann fara at gera sítt til at draga vælútbúnar føroyingar heimaftur, ja og útlendingar við.

Við tí játtanini, sum fylgdi við ferðavinnu, sum varð flutt til Vinnumálaráðið, fer stórur dentur at verða lagdur at menna hetta økið í tøttum samstarvi við vinnuna.

Á orkuøkinum fer stórur dentur at verða lagdur á at menna økið generelt og serliga at skipa elveitingarøkið betur, har støði fer at verða tikið í frágreiðingini “Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum” frá í ár.

Hildið verður fram við arbeiðinum at víðka aliøkini og royndunum at fara út á hav at ala, har endamálini eru bæði at kunna ala meira burðardygt og at økja um framleiðsluna.

Tað hevur eydnast innan ásettu karmarnar – og hóast høgar oljuprísir - at fáa játtað so mikið til Strandferðsluna, at roknað verður við, at sami aktivitetur verður komandi ár sum í ár. Eisini hevur verið møguligt at fingið avsett so mikið til umvælingar og útskiftingar av motorum á Teistanum, at roknað verður við at siglingin framyvir fer at gerast nógv meira reglulig.

Tá tað snýr seg um íløgur fer dentur at verða lagdur á at fara undir bygging av nýggjari Nólsoyarferju og tvey skip til sigling ávikavist á Svínoy/Fugloy og Skúvoy.

Landsstýrismaðurin fer við góðum treysti undir sítt næsta skeið og fer at leggja áherðslu á at menna vinnu og infrastruktur og at styrkja vinnugranskingina.