Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarmálaráðið sendir aftur pedagogarnar í Gerðarættin

Fíggjarmálaráðið vil enn einaferð draga Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, hóast Føroya Pedagogfelag fylgir øllum krøvunum í dóminum hjá Fasta Gerðarrætti, í samband við fráboðan av herda verkfallinum. 

Føroya Pedagogfelag hevur gjørt meting av ítøkiligu krøvunum hjá Almannaverkinum fyri hvussu lív og heilsa hjá búðfólkunum kann tryggjast, og hava loyvt teimum undantøkunum, sum eru neyðug. 

Ístaðin fyri at seta seg við samráðingarborðið, so heldur Fíggjarmálaráðið áfram at drála samráðingunum við hóttanunum um Fasta Gerðarrætt.