Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Filmfestivalur í Havn

Í døgunum 7.-10. september verður fyrsti minniluta film festivalurin hildin í Føroyum. Perlan í Tórsgøtu verður karmur um 32 filmsýningar hesar fýra dagarnar. Alt filmar, ið viðgera minnilutaviðurskifti.

Samskipari og stigtakari er unga havnakvinna Nadia Abraham, ið gjøgnum sín uppvøkstur í Føroyum, brúkti nógvar løtur í biografinum. Sum queer, av blandaðari rasu og sjálvbjargin, var Nadia ongantíð umboðað í teimum filmum, ið hon, sum barn, sá í føroysku biografunum. Hon hevur tí sæð tørvin á eini meira fjølbroyttari heimsmynd í teimum filmum, ið verða vístir í Føroyum. 

- Eg ynski at broyta hetta, og eg trúgvi veruliga, at biografurin er ein pallur, har tað letur seg gera. Við flóttafólkakreppuni er ræðslan fyri útlendingum versnað, og nú er høgravíðgongda rákið, fremmandahaturin og eisini homofobia farið at vinda upp á seg í vesturheiminum. Men við list kunnu vit koma hvørjum øðrum við og leggja okkum út í kjakið, sigur Nadia.


Skráin er sett saman við filmum bæði kendum og minni kendum, her eru eitt nú stórfilmar sum Tom of Finland, Girl Unbound, Kiki og The Handmaiden. Men eisini hópin av stuttfilmum og meira eksklusivum filmum. Ein røð av útlendskum gestum luttaka, eitt nú leikstjórar, filmfreiðleiðarar og aktivistar, ið luttaka við framløgum og pallborðsorðaskifti.

Atongumerki og festivalpass kunnu keypast á Reinsariid.fo og á fimff.fo ber til at lesa meira um festivalin.