Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Filmur um summarstørv á Landsverki

FILMAR: Seinnu árini hevur Landsverk sett pláss av til lesandi at koma í summarfrítíðarstarv á stovninum. Í sambandi við Jobmatch 2014, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs, spurdu vit fimm av sonevndu “summarfuglunum”, hvat teimum dámdu starvið. 

Teir fimm ungu menninir Jógvan Ósá, Frits Eið, Óla Jákup Bech, Heini M. Joensen og Bárður Joensen, lesa ávikavist til byggifrøðing, arkitekturverkfrøðing, byggifrøðing, landamátara og sivilverkfrøðing. 

Landsverk hevur í sambandi við Jobmatch 2014 latið gera ein stuttan film, sum byggir á samrøður við teir fimm “summarfuglarnar”, sum allir lesa á Keypmannhavnar-leiðini. 

Somuleiðis hevur Landsverk latið gera ein film, ið lýsir virksemið hjá stovninum.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=X2pN9Vg5UTA]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=14bfW3N2vz0]