Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fimm atkvøður frá eini vanlukku

Tann 7. mai 2014 var atkvøðugreiðsla í løgtinginum um at yvirtaka útlendingmál og marknaeftirlit. 10 løgtingslimir úr Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 19 atkvøddu ímóti. Høvdu bara fimm av teimum, sum henda dagin trýstu á nei knøttin ístaðin atkvøtt ja, so høvdu Smyril Line og Atlantsflog havt ein ovurstóran trupulleika frá 1. januar 2015. 

Schengen økið
Tá vit flyta okkum millum lond verður stórur munur gjørdur á, um vit halda okkum innanfyri ella fara útum sokallaða Schengen-økið. Schengen-økið umfatar flestu londini í ES og eisini nøkur lond, sum ikki eru partur av ES. Innanfyri hetta økið kunnu vit ferðast frítt, tað vil siga, at okkum nýtist ikki at hava pass, men fara vit útum økið, skulu vit kannast gjølla bæði við fráferð og komu.

Føroyar eru partur av Schengen-samstarvinum, men yvirtaka vit útlendingamál og marknaeftirlit, uttan at hava fingið eina sjálvstøðuga avtalu við Schengen, so eru vit ikki partur av hesum samstarvinum longur. Tað merkir, at vit kunnu tá ikki ferðast frítt til okkara grannalond uttan pass. Høvdu bara fimm tinglimir atkvøtt øðrvísi í mai, so vóru vit í tí støðuni nú.

Vanlukka fyri Atlantsflog og Smyril Line
Fyri Atlantsflog og Smyril Line hevði hetta verið ein vanlukka. Smyril Line roknar við at skula brúka millum 4 og 6 tímar longri í hvørjari havn, og av somu orsøk hevði verið neyðugt at sett ferðina á skipinum upp, og tað hevði økt munandi um oljuútreiðslurnar. Rokningin fyri tað hevði endað hjá ferðafólkunum. Verandi summarferðaætlan hevði als ikki kunna verið hildin um hetta vóru treytirnar.

Í Kastrup rokna tey við, at eitt flogfar sum kemur úr einum landi, sum ikki er í Schengen-samstarvinum tekur ein hálvan tíma longri at avgreiða. Eisini tað kostar pengar, sum ferðafólkini í seinasta enda mugu gjalda.

Felags fyri bæði Smyril Line og Atlantsflog er eisini, at fysisku karmarnir til at avgreiða eitt tílíkt eftirlitið eru ikki til staðar. Neyðugt hevði tí verið at gjørt sera stórar útbyggingar bæði í Havn og í Vágum, umframt í havnunum uttanlands, sum Norrøna siglir til.

Pass-eftirlit er annað enn samleikaprógv
Eg havi hoyrt onkran politikara sagt í ramasta álvara, at pass-eftirlit er longu á flogvøllinum í Vágum, tí hvørja ferð vit fara uttanlands, so skulu vit vísa passið fram, men hetta er ein stór misskiljing. Skipanin sum er nú hevur einki við pass-eftirlit at gera. Talan er harafturímóti um eitt ynski hjá flogfelagnum um at ferðafólk vísa samleikaprógv, fyri at tryggja, at tann sum kekkar inn, er sami persónur sum eigur ferðaseðilin. Veruligt pass-eftirlit er munandi meira umfatandi enn so, og eingin má halda, at tað eru starvsfólk hjá Atlantsflogi og Smyril Line sum umsita marknaeftirlitið í Føroyum.

Málið liggur aftur í løgtinginum
Málið um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit er eitt afturvendandi mál, sum javnan verður viðgjørt í løgtinginum. Tann 22. februar 2012 atkvøddi løgtingið um at yvirtaka hesi málsøkini, og tá atkvøddi onkur í samgonguni fyri uppskotinum. Tann 26. september 2011 restaði bara ein atkvøða í, at uppskotið varð samtykt. 

Nú liggur sama uppskot aftur í løgtinginum og bíðar eftir enn eini atkvøðugreiðslu. Fleiri av teimum, sum fyri góðum hálvum ári síðani atkvøddu ímóti uppskotinum, søgdu undir fyrstu viðgerð, at tey gingu inn fyri at yvirtaka málsøkið. Verður uppskotið samtykt, uttan at avtala er fingin í lag við Schengen, so kunnu vit gloyma alt reyp um tjóðarflogfelag, flaggskip og bíligar ferðaseðlar, tí tá hevur tann misskilta nationalisman enn einaferð megnað at skapt okkum ein stóran og óneyðugan trupulleika.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður