Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fingið lykilin til samfelagið

- Málið er lykilin til mentanina og mentanin lykilin til samfelagið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu í dag fyri útlendskum næmingum á Kvøldskúlanum, ið sum fyrsti flokkur nakrantíð fekk prógv í føroyskum máli og føroyskari mentan. 

Borgarstjórin beyð vælkomin í Reinsaríið til henda stóra dag, nú næmingarnir rundaðu ein nýggjan varða á lívsleið teirra eitt stórt fet inn í eina vónandi spennandi framtíð.

- Okkara týdningarmesta tilfeingi er vitan. Og tað, sum hevur størstan týdning fyri vitanina er, at hon er fjølbroytt, at hon er breitt grundað og umfatar øll øki.

- Stóra avbjóðing okkara sum høvuðsstaður er at hála til okkum ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi. Til tað krevst ein sterkur og tollyntur høvuðsstaður.

- Tí taka vit bardagan upp við at hava so nógv og góð tilboð til borgararnar sum møguligt: barnaansing, skúla, møguleikar at seta búgv, ungdómsvirksemi, umstøður fyri eldri, list, ítrótt, matstovur, býarlív og so frameftir.

- Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi og góð tilboð til allar borgarar og leggja kreftir í at menna eitt sterkt alternativ til útlandið, sum altíð dregur.

- Týdningarmesta tilfeingið í framtíðini er útbúgvið og skapandi fólk, og tí skal høvuðsstaðurin á øllum økjum gerast so attraktivur sum gjørligt. Øll eiga høvuðsstaðin og hann eigur at ganga á odda í menningini til frama fyri øll. Landið fer bara væl av, at tað gongst høvuðsstaðnum væl.

- Tá vit ímynda okkum ein høvuðsstað sum miðstøð fyri lærdómi og vinnumenning, gransking og mentan, so er tað ikki meira ein visjón enn so, at vit langtsíðan eru farin undir at leggja lunnar undir ta menning, sum skal til fyri at skapa fortreytirnar.

- Eg havi sagt tað so ofta, at tað er ikki av tilvild, at fleiri tungumál hoyrast í havnargøtum, vit ynskja hetta margfeldið og vit eru púra samd um, at eitt opið samfelag við tolsemi skapar eitt umhvørvi, sum er merkt av trygd, frælsi og trivnaði, sum náttúrliga dregur fólk til sín. At rúma hesum ymiskleika krevur tolsemi.

- Ein part av hesum tryggja vit við at hava eitt sera stórt læraratilfeingi - við fleiri enn 135 lærarum á Kvøldskúlanum tryggja vit eitt ómetaliga stórt fjølbroytni. Men vit hava ikki bert mest fjølbroytta lærarahóp í Føroyum - vit hava eisini mest fjølbroytta næmingahópin!

- Við yvir hálvttriðjatúsund næmingum av báðum kynum og í øllum aldri er sjálvsagt, at næmingahópurin er fjølbroyttur. Men so hava vit eisini tykkum, okkara nýggjastu borgarar, sum nú hava tilognað tykkum lykilin til okkara samfelag: Okkara mál og mentan!

- Hetta er eitt tað nýggjasta tilboðið hjá Kvøldskúlanum - undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan fyri útlendingum í Føroyum. Vit stórfegnast um, at tað á henda hátt hevur eydnast at taka hond um okkara nýggju borgarar - og við fleiri høvi hava mong tykkara eisini sýnt tykkara gleði og nøgdsemi fyri hetta høvið.

- Málið er lykilin til mentanina - og mentanin er lykilin til samfelagið. Vónandi koma tit øll at kenna úrslitið: at dyr verða latnar upp fyri tykkum, at tit fáa brúkt tykkara útbúgvingar í Føroyum, at tit í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild.

- Tí framtíðin byggir á tolsemi, frælsi og fjølbroytni. Og vit eru saman um at byggja tað góða samfelagið.

- Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini visjón, har endamálið er støðugt at menna kommununa og skapa bestu karmar fyri hvønn einstakan.

- Strategiska ætlanin er samskipað við eitt annað átak, Vakstrarætlanina, sum umrøður visiónir fyri framtíðina í býnum, harundir útbúgving og vøkstur í fólkatalinum.

- Seinast vit hittust, tá tit vóru og vitjaðu okkum í býráðssalinum, tosaðu tit um at fáa eitt stað at hittast í býnum. Kvøldskúlin hevur leigað Pæsastovu, sum tit nú sleppa at lána eftir avtalu til tykkara virksemi og til sosiala samveru.

- Haraftrat eru kommunan og Kvøldskúlin bæði til reiðar til, at tit fáa eitt víðkað skeið aftrat uppá 400 tímar!

- Mín stóra vón er, at henda undirvísing, tit nú hava fingið, hevur víðkað tykkara sjónarring, økt tykkara møguleikar fyri sosialari samveru og betrað tykkara førleikar á arbeiðsmarknaðinum og á øllum teimum økjum, ið kunnu gera tykkara gerandisdag lættari.

- Vit samanbera ofta Kvøldskúlan við ein amboðskassa. Tit hava nú havt atgongd til hesi amboð og lært at brúka tey. Eg vóni, at Kvøldskúlin við hesum hevur uppfylt sína egnu endamálsorðing um at geva øllum møguleikar og amboð til at mennast sum menniskju.

- Hjartaliga vælkomin.

- Takk fyri tykkara stóra innsats og allarbestu eydnu í framtíðini, segði Heðin Mortensen at enda, tá hann eisini takkaði lærarunum Bergljót av Skarði og Eyðbjørg Nilsson, og lestrarvegleiðaranum Inger Jørgensen.